Føroyameistara (FM) kappingin í OL SKEET 2023

Møtitíð og staður
Leygardagin 26. august 2023 kl. 9:00 á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 27. august 2023 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 24. august 2023 kl. 21:00.

Tilmeldingar 
300, Bárður Láadal
300, Eirikur Elisson
300, Fróði Fossádal
300, Herleif Hammer
300, Jóannis Joensen
300, Jógvan Egholm
300, Jógvan Højgaard
100, Jóhann Fløtt (U)
100, Leivur Joensen (U)
100, Mattias Eidesgaard (U)
300, Óla Christian Debes
300, Pól Jóhannus Smith Jensen
Sjúrður Knudsen
300, Tórur Fløtt

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 25. august 2023 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2017 OL-skeet finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2023.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Vinningar
Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, lata SBF og VBM breytinar upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her