Tórur Fløtt føroyameistari í OL skeet 2023

Um vikuskifti bleiv FM í OL skeet avgreitt á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.

Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru skotnar, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu har 60 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Tórur Fløtt eina dúgvu framman fyri yngra bróður sín, Jóhann Fløtt. Tórur varð alla finaluna eina ella tvær dúgvur frammanfyri bróðurin.

Hóast Tórur hevur verði í millum bestu skeet íðkarar í Føroyum seinasta árini, so er hetta fyrstu ferð at hann er føroyameistari í OL skeet.

Bronsuna vann Jóannis Joensen.

Unglinga kappingina vann Jóhann Fløtt, og silvuri vann Leivur Joensen. Mattias Eidesgaard vann bronsuna, hetta er fyrsta skjótikapping ið Mattias luttekur í, og megnaði hann í fjórða innleiðandi umfarið, at raka 24 av 25 dúgvum, sum er eitt sera gott úrslit.

Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.

FM kappingarnar sum Skjótisambandið skipar fyri í ár eru nú lidnar, SkF takkar øllum luttakarum, limafeløgum og fyriskiparum fyri góðar og vælskipaðar kappingar, og vil við hesum ynskja øllum FM vinnaranum, hjartaliga til lukku við meistaraheitinum.

Úrslit
1. Tórur Fløtt, SBF
2. Jóhann Fløtt,SBF
3. Jóannis Joensen, SBF
4. Sjúrður Knudsen, VBM
5. Jógvan Egholm, VBF
6. Herleif Hammer, VBM
7. Leivur Joensen, SBF
8. Pól Jóhannus Smith Jensen, SBF
9. Jógvan Højgaard, VBM
10. Eirikur Elisson, EYS
11. Mattias Eidesgaard, SBF
12. Fróði Fossádal, SBF
13. Bárður Láadal, SBF
14. Óla Christian Debes, SBF

Unglingar
1. Jóhann Fløtt,SBF
2. Leivur Joensen, SBF
3. Mattias Eidesgaard, SBF