Tríggjar ferðir Alex Johannesen

Seinasta FM kappingin í ár, varð avgreidd úti á Vík í Leirvík í dag, tá FM í Nordisk Trap varð á skránni.

Innan finaluna, varð Alex Johannesen úr Eysturskoti 4 dúgvur frammanfyri næsta kappingarneyta, sum varð Kristian Johannesen úr sama felag.

Í Nordisk Trap taka íðkarar tølini innleiðandi við í finaluna, t.v.s. at tølini verða ikki nullstillaði áðrenn finaluna, og tískil skuldi Alex “bara” royna ikki at missa 4 ella fleiri dúgvur í finaluni. Hetta megnaði Alex, tí hann fekk 23 av 25 dúgvur í finaluni, og tá Kristan rakti 19 av 25, endaði Alex við at økja leiðsluna við 8 dúgvum.

Bronsuna vann Carsten Joensen úr Eysturskot.

Hetta varð samstundis triða FM kappingin í Nordisk Trap á rað, sum Alex vinnur, og tað merkir at hann hevur vunnið ferðasteypið til ognar, uttan at nakað annað navn er komið á tað.

Unglinga kappingina vann Jógvan Sjúrður Hansen úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Tað serliga við hesum úrslitinum er, at Jógvan Sjúrður byrjaði at skjóta fyrr í ár.

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur ábyrgdina av FM kappingum, men síðan FM í Nordisk Trap kom í Føroyum, hevur Eysturskot átikið sær at fyriskipa kappingina vegna SkF. Haraftrat hevur Eysturskot eisini tikið sær av úttøku, og fyriskipan ísv. við at Føroyar hvørt ár luttaka í norðurlendska meistaraskapinum í Nordisk Trap.

SkF vil við hesum nýta høvið at takka Eysturskoti fyri teirra hjálp ísv. við FM og landsliðið í Nordisk Trap.

Øll úrslit frá FM í Nordisk Trap 2026 síggjast her: [ Trýst her ]

FM Nordisk Trap
1. Alex Johannesen
2. Kristian Johannesen
3. Carsten Joensen
Unglingar
1. Jógvan Sjúrður Hansen
2. Marius Gaardlykke (manglar á myndini)
3. Bartal Klettheyggj
Skjótibreytin úti á Vík í Leirvík
Eitt tað vakrasta baksýni á nakrari skjótibreyt í heiminum.