Author Archives: Esmar Joensen

Kappingarárið 2026

Kappingarkalendarin fyri 2026 er nú klárur.

Størsta broytingin í mun til 2025, er at talið av Olympic Trap kappingum fer frá 11 niður í 7.

Í kalendaranum standa eisini altjóða kappingar, ið ætlanin er at taka út landslið til, hetta er treyta av, at vit fáa fígging úr altjóða puljunum. 

Dagføring 22. des. 2025, tilsøgn um játtan er nú komin, sostatt verður úttikið landslið til altjóða kappingarnar á kalendaranum.

Kalendarin fyri 2026: Trýst her

OL trap styrkislisti

Á starvsnevndarfundi tann 18. november 2025, bleiv avgjørt at fara aftur til gamla OL trap styrkislistan, har 3 kappingar telja við, óansæð hvar tær eru skotnar.

Styrkislistin er dagførdur, og verður fyrstu ferð brúktur ísv. úttøku av landsliðum komandi kappingarár.

Kappingarkalendarin fyri 2026 er eisini klárur, men onkur smávegis regulering manglar at koma uppá pláss, áðrenn hann verður kunngjørdur her á síðuni.

Limaskapurin í Evropeiska Skjótisambandinum (ESC) endaliga staðfestur

Skjótisamband Føroya hevur seinasta hálvt annað árið havt treytaðan limaskap í ESC, treytin fyri at fáa endaligan limaskap, varð at næst komandi aðalfundurin í ESC góðtók limaskapin.

Hetta vikuskifti varð so aðalfundurin hildin í Yerevan í Armenia, og fyrsta mál á skránni varð at atkvøða um føroyska limaskapin. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð, at ongin varð í móti, tvær blankar og restin atkvøddu fyri.

Við hesum eru føroyska skjóting komin á mál við altjóða limaskapinum, sum sersambandið setti sær fyri at vera limir í.

Limaskapirnir eru hesir:

2020: International Shooting Federation (altjóða) (ISSF)

2021: Nordic Shooting Region (norðurlendska) (NSR)

2025: European Shooting Federation (evropeiska) (ESC)

Við hesum kunnu føroyskir íðkara luttaka í øllum altjóða skjótikappingum, undir egnum flaggi á jøvnum fóti við øll onnur lond í heiminum.

Føroya Cup og Grand Prix 2025 úrslit

Við Mikkjalsmessu- og Veðrakappingini, eru samanløgdu kappingarnar ið Skjótisamband Føroya skipar fyri greið.

Úrslitini blivu hesi:

Føroyar Cup 2025  

OL trap
1. Alex Johannesen, 208
2. Johnhard Klettheyggj, 181 (62 besta kapping)
3. Esmar Joensen, 181 (61 besta kapping)

OL skeet
1. Tórur Fløtt, 216 
2. Leivur Joensen, 192
3. Pól Jóhannus Smith Jensen, 191

Grand Prix 2025

OL trap
1. Alex Johannesen, 64
2. Esmar Joensen, 38
3. Johnhard Klettheyggj, 34

OL skeet
1. Tórur Fløtt, 58
2. Pól Jóhannus Smith Jensen, 28
3. Herleif Hammer, 16

Sí vinningar og treytir annars her: https://skot.fo/foroya-cup-2025/ og her: https://skot.fo/grand-prix-kappingin-2025


Øll úrslitini síggjast inni á undir Hagtøl – Samantald úrslit.

Tvær ferðir Alex Johannesen

Seinasta FM kappingin á hesum sinnið, varð avgreidd úti á Vík í Leirvík leygardagin, tá FM í Nordisk Trap bleiv hildin.

Alex Johannesen, sum vann FM í OL trap vikuna frammanundan, gjørdi ikki mætari enn, at vinna FM í Nordisk Trap eisini, og harvið endurvann hann eisini meistaraheiti í Nordisk Trap, sum hann eisini vann í fjør.

Silvuri vann bróðurin Carsten Joensen, sum mátti í umskjóting við Torkil Eli Ternustein, fyri at avgerða hvør skuldi blíva nummar 2. og 3.

Unglingakappingina vann Marius Gaardlykke frammanfyri Harry Mikkelsen.

Úrslit

  1. Alex Johannesen
  2. Carsten Joensen
  3. Torkil E Ternustein
  4. Magni Thomsen
  5. Kristian Johannessen
  6. Marius Gaardlykke
  7. Jógvan Linklett
  8. Harry Mikkelsen
  9. Áslakur Johannesen

Unglingar

  1. Marius Gaardlykke
  2. Harry Mikkelsen

Allir íðkarar vórðu úr Eystuskot, og øll úrslitini síggjast undir hagtøl.

Kappingarárið 2025 hjá Skjótisambandinum er nú við at verða liðugt, tó er tann tiltikna Veðrakappingin, har vinningurin er ein livandi veðrur komandi vikuskifti, og Mikkjalsmessukappingin í OL trap, verður tvær vikur eftir Veðrakappingina.

Árið endar tann 25. Okt. við Harukappingini, sum er ein samansett sporting hugnakapping, av greinum sum íðkarar ikki vita frammanundan.

FM Nordisk Trap
1. Alex Johannesen
2. Carsten Joensen
3. Torkil E. Ternustein

Unglingar
1. Marius Gaardlykke
2. Harry Mikkelsen

Føroyameistara (FM) kappingin í Nordisk Trap 2025

Møtitíð og staður
Leygardagin 6. september 2025 kl. 9:00 á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 4. sept. 2025 kl. 20:00.

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 5. sept. 2025 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 5 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, við 25 eyka dúgvum, sum verða taldar saman við innleiðandi tølunum.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi 100 dúgvurnar.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Vinningar
FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin. 

Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.

Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.

Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2026.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, letur EYS breytina upp fyri venjing til kappingina. Fylg við á teirra heimasíðu nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her

Tilmeldingar endaligt

Magni Thomsen 300
Kristian Johannesen 300
Alex Johannesen 300
Torkil Eli Ternustein 300
Harry Mikkelsen 100
Marius Gaardlykke 100
Jogvan Linklett 300
Áslakur Johannesen 300
Carsten Joensen 300

Tríggir nýggir íðkarar í top 100

Johnhard Klettheyggj, Alex Johannesen og Herleif Hammer

Síðan skipa skráseting av úrslitinum frá skjótikappingum í Føroyum bleiv sett í verk, hevur verði talt hvussu nógvar kappingar íðkarar luttaka í, og aftur í ár eru tað íðkarar ið hava runda 100 kappingar tilsamans.

Hesir sum í ár hava megna hetta eru: Alex Johannesen, Herleif Hammer og Johnhard Klettheyggj.

Í samband við FM hetta vikuskifti, handaði Skjótisamband Føroya teimum eina gávu til minnis um avrikið.

Higartil sær top 100 listin soleiðis út:

Tórur Fløtt
Sámal E. Debes
Finn Ludvig
Alex Johannesen
Herleif Hammer
Johnhard Klettheyggj

Tórur Fløtt føroyameistari í OL skeet, og Alex Johannesen í OL trap 2025

Um vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya skipa fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.

Í OL skeet varð ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Tórur Fløtt vísti styrki frá byrjan, og megnaði at verða heili 10 dúgvur frammanfyri Pól Jóhannus Smith Jensen, sum bleiv nummar tvey við 42 dúgvum í finaluni.

Unglingurin og hondbóltsmálmaðurin Leivur Joensen, hevði eina góða kapping, og megnaði at vinna eitt triðja pláss, við 32 dúgvum í finaluni. Leivur megnaði eisini í kappingini, at skjóta allar 25 dúgvurnar í einum umfarið.

Tríggir íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 111 dúgvum. Næstur varð Mattias D. Eidesgaard við 88 dúgvum. Triðja plássið vann Eli Dam við 74 dúgvum.

Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.

Í OL trap varð munandi meira spennandi, tí íðkarar skiftust um at liggja fremst.
Frá tí at fyrsta skoti bleiv lati av leygardagin, til seinastu dúgvuna í finaluni, skiltu ein og tvær dúgvur fremstu íðkararnar, men tá til stykkis kom, dró Alex Johannesen úr Eysturskoti longra stráið, og vann tvær dúgvur framman fyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

Bronsuna vann Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og sonurin, Bartal Klettheyggj úr sama felag, vann unglingakappingina.

Vanligt er ikki at skipa fyri hesum báðum FM kappingum sama vikuskifti, men orsaka av altjóða landsliðsluttøku, fekk ein áseting í FM reglunum gildið, ið áleggur at FM skal flytast, um altjóða luttøka fellur saman við eina FM kapping. Og tað gjørdi tað so í ár.

Í ár hevur eisini verði kappast um eitt lið ferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, hesa ferð vann Byrsumúli steypið. Teir ið umboðaðu Byrsumúla á liðinum vórðu, Esmar Joensen og Jón Jacobsen, hesir vórðu samlað tvær dúgvur frammanfyri Eysturskot, ið varð umboða av Alex Johannesen og Høgna G. Jósleivsson.

Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 6. sept. tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.

Úrslit:

FM OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
4. Esmar Joensen
5. Jón Jacobsen
6. Høgni G Jósleivsson
7. Bartal Klettheyggj
8. Bárður Poulsen

FM OL trap – unglingar
1. Bartal Klettheyggj


FM OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus Smith Jensen
3. Leivur Joensen
4. Jóannis Joensen
5. Jógvan Egholm
6. Herleif Hammer
7. Magni Dam
8. Mattias Eidesgaard
9. Eirikur Elisson
10. Óla Christian Debes
11. Áslakur Johannesen
12. Eli Dam

FM OL skeet – unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam

OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus S. Jensen
3. Leivur Joensen
OL skeet unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias D. Eidesgaard
3. Eli Dam
OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
OL trap unglingar
1. Bartal Klettheyggj