Myndugleikarnir hava boða frá, at ítróttartiltøk kunnu byrja varliga tann 20. apríl 2020.
Samstundis bleiv áheitan send til sersambondini í ÍSF, um at leggja tiltøkini til rættis í samstarvið við Koronaráðgevingina.
Skjótisamband Føroya, hevur í tráð við almennu leiðreglurnar og Koronaráðgevingina orða leiðreglur hvussu skjótingin skal skipast eftir 20. apríl 2020.
Aðalfundurin hjá SkF verður mikudagin 22. apríl 2020 kl. 19:00 í ÍSF húsinum.
Skrá er sambært lógum felagsins – úr lógunum kann m.a. lesast:
• Limafeløg kunnu møta á aðalfundi við nevndarlimum sínum
• At formenninir í limafeløgunum eru fastir limir í nevndini í SkF, men at feløgini kunnu velja annað umboð í nevndina í staðin
• At nevndarformaður skal veljast fyri 2 ár í senn. Núverandi formaður stendur tískil fyri afturvali í ár
Uppskot til nevndarlimir (um ikki formaðurin tekur sæti), nýggjan nevndarformann ella innkomin mál, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. apríl 2020.
Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd
Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum. Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19. – Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.
– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
Vinaliga Ítróttasamband Føroya
Fleiri upplýsingar í sambandi við hetta tíðindaskriv fáast frá Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF, á telefon 218284.
Leygardagin 15. februar 2020 verður F-16 kappingin, og við somu kapping, byrjar eisini úttøkan til oyggjaleikirnar á Guernsey 2021.
Úttøkureglarnir eru klárar, men vit mangla at fáa svar uppá tveir spurningar frá Guernsey, áðrenn vit kunnu almannakunngera teir.
Úttøkan byrjar sum sagt leygardagin, og endar í næsta ár, eina viku áðrenn nøvnini skulu verða inni. Ongin bruttuhópur ella eyka úttøkukappingar verða til komandi oyggjaleikir.