Nummar 2 av 4 úttøkukappingum í trap, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, leygardagin tann 16. mars 2019 kl. 10:00.
Author Archives: Esmar Joensen
Hagtøl
Skjótisamband Føroya arbeiðir við at menna eina hagtalsskipan, til skráseting av øllum úrslitum hjá skjúttum í Føroyum.
Málið er, at hagtalsskipanin skal verða grundarlag undir einum almennum styrkislista, sum kemur seinni.
Í løtuni rúmar skipanin úrslit aftur til 2017.
Gott varð, um skjúttar kundu eftirhugt teirra tøl, og sagt frá um teir finnað brek í inntøppingini. 🙂
Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (2)
Nummar 2 av 4 úttøkukappingum í skeet, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, sunnudagin tann 24. februar 2019 kl. 13:00.
Nummar 1 av 4 úttøkukappingum í trap, verður eisini í vikuskiftinum á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Eftir ætlan, verður møtt á breytini leygardagin tann 23. februar 2019 kl. 12:00, og síðani støða tikin til, um skotið verður tá, ella tað verður flutt til sunnudagin.
Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (1)
Fyrsta av fýra úttøkukappingin í skeet, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, leygardagin tann 16. februar 2019 kl. 9:30.
Úrslit frá F-16 kappingini 2019
Úrslit frá fyrstu almennu kappingini í 2019
Innbjóðing til fyrilestur við Jón Gregersen tann 21. feb. 2019
Kappingarkalendarin fyri 2019
Kappingarkalendarin fyri 2019 er nú klárur.
Seðil til útflýggjan av stuðli til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
Til limafeløgini í SkF.
SkF stuðlar skjúttum ið skulu kappast um endaligu plássini til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.
Tit útflýggja stuðulin frá tykkara egnu goymslu, men fáa hann síðani endurgoldnan so hvørt tit lata uppgerð inn til SkF.
Seðil til at fáa endurgoldið stuðulin við, fæst her: Trýst her
Treytirnar fyri at fáa stuðul, síggjast á næstu síðu á seðlinum.
Hesin seðil skal váttast (undirskrivast) av skjútta og vitni, áðrenn stuðulin verður endurgoldin limafelagnum.
Uppskot til kappingarkalendara fyri 2019
Uppskot til kappingarkalendara fyri 2019 er nú klárt, uppskotið tekur útgangsstøðið í kappingarkalendaranum fyri í ár (2018), men tó eru úttøkukappingarnar innlagdar eisini.
Høvið verður hjá limafeløgunum at gera viðmerkingar, men freistin er úti tann 1. desember 2018.
Leinkja til kalendaran: https://goo.gl/TduiD9
Úttøka til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
Føroyska brutto landslið til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019, skal fyrst í 2019, kappast um endaligu tvey plássini, at umboða Føroyar á leikinum í ávíkavist skeet og trap.
Kappingarnar eru nú lagdar, og yvirlitið yvir úttøkukappingarnar til endaligu plássini síggjast her: trýst her


