Author Archives: Esmar Joensen

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL trap liðugt

Bartal Klettheyggj, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj

Seinasta altjóða kappingin í OL trap og OL skeet, sum føroyskir landsliðs íðkarar luttaka í ár, er nú liðug. Kappingin varð EM í OL trap, har tríggir íðkarar umboðaðu Føroyar. Kappingin varð á somu breyt, sum hýsti  OL 2024 í Frankaríki.

Best gekk hjá Bartal Klettheyggj, sum luttók sum unglingur, hann endaði ovarlaga í niðasta triðinginum av unglingum. Hetta vakti ans, og onkur venjari varð so hugtikin av unga 17 ára gamla hoyvíkinginum, at viðkomandi bjóðaði seg fram at hjálpa Bartal víðari í framtíðini, um hann varð áhugaður í tí.

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisamband Føroya úttekur landslið til World Cup og EM, síðan SkF fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF og evropeiska skjótisambandinum ESC. At luttaka fyrstu ferð í so stórum kappingum er stórsligið, bæði fyri sersambandið og íðkarar, men vit hava lært eina rúgvu, ið fer at menna okkum enn meira, til at fáa enn betur úrslit í framtíðini.

Í døgunum 23-24. august fer enn eitt føroyskt landslið at luttaka norðurlandameistarakapping, tá kapping í Nordisk Trap er á skránni í Noregi. Londini sum luttaka eru Føroyar, Ísland, Danmark, Noregi og Svøríki. Eysturskot hevur átikið sær, at skipa fyri hesi luttøku vegna SkF.

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL trap

Eftir at skeet íðkararnar hava avgreitt teirra kapping, er túrurin nú komin til trap kappingina.

Venjing varð á breytini í dag, og hóast hitin órógvar, so eru umstøðurnar framúr.

Skjótiskráin fyri trap sær soleiðis út (klokkutíðirnar eru føroyskar)

Fríggjadagin 1. august
Bartal: 8:00, 12:00 og 16:00 (75 innleiðandi)
Esmar: 10:00 og 14:00 (50 innleiðandi)
Johnhard: 10:30 og 14:30 (50 innleiðandi)

Leygardagin 2. august
Bartal: 8:30 og 12:30 (50 innleiðandi)
Esmar: 11:00 og 15:30 (50 innleiðandi)
Johnhard: 10:00 og 14:00 (50 innleiðandi)

Sunnudagin 3. august
Esmar: 09:30 (25 innleiðandi)
Johnhard: 10:00 (25 innleiðandi)

Úrslit verða at síggja á hesu slóð:
Trýst her

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL skeet liðugt

Altjóða luttøkan hjá skeet íðkaranum í ár er nú av. Seinasta kappingin varð EM í Châteauroux Frankarík.

Umboða Føroyar hava tríggir íðkarar, Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag og Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag.

Besta úrslitið stóð Marius fyri, hann rakti 118 av 125 dúgvum, og við hesum úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum ikki varð gjørligt stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða limaskap.

Um nakrar fáar dagar fara OL trap íðkararnir til EM á somu breyt. Tá fara Esmar Joensen, og feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj at umboð Føroyar.

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL skeet

Eftir at føroysku íðkarar hava umboða okkara land í World Cup, stendur EM í Frankaríki á skránni. Kappingin verður avgreidd á somu skjótibreyt sum hýsti OL í 2024.

Skeet íðkararnir skulu kappast fyrst, og sær teirra skjótiskrá soleiðis út: (klokkutíðirnar eru føroyskar)

Fríggjadagin 25. juli (50 innleiðandi)

Marius: 10:25 og 14:40
Tórur: 11:00 og 15:10
Jógvan: 11:35 og 15:40

Leygardagin 26. juli (50 innleiðandi)

Marius: 11:00 og 14:40
Tórur: 09:50 og 13:40
Jógvan: 11:00 og 14:40

Sunnudagin 27. juli (25 innleiðandi)

Marius: 09:45
Tórur: 10:20
Jógvan: 09:10

Tað er sindur ógreitt hvussu verður beinleiðis dagføring av úrslitinum, men vert er at fylgja við á ISSF síðuni [ Trýst her ], og so tíðir uppá, at tey verða her eisini: [ Trýst her ]

ISSF World Cup 2025 í Lonato liðugt

Luttøkan hjá skjótilandsliðinum í World Cup er nú komin at enda.

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisambandið úttekur landslið til World Cup, síðan SkF fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF.

At luttaka fyrstu ferð í ein so stórari kapping, er stórsligið, og tá er torført at savna seg um “einføldu” uppgávuna, sum er at skjóta leirdúgvuna, haraftrat hevur øðiligi hitin havt eina ávirkan á føroyska avrikið.

Samlaðu úrslitini síggjast her: https://www.issf-sports.org/competitions/3272/results

Tað sum serliga vakti ans, varð at Alex Johannesen úr Eysturskoti einans misti eina dúgvu seinna dagin í innleiðandi umførunum til finaluna. Hetta er úrslit ið kann javnstillast við heimselituna, men tá fyrri dagur ikki varð eins líka góður, endaði Alex á einum 112 plássi útav 183 íðkarum, sum er er sera flott.

SkF fer nú at fyrireika seg til EM í Frankaríki sum verður 23. juli til 7. august, 6 íðkarar fara at umboða Føroyar til EM, teir eru: Marius F. Joensen, Tórur Fløtt og Jógvan Egholm í OL skeet, og Johnhard Klettheyggj, Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen í OL trap.

Alex Johannesen, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj umboða okkum í OL trap
Alex Johannesen, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj
Pól Jóhannus Jensen og Tórur Fløtt umboða okkum í OL skeet
Pól Jóhannus Jensen og Tórur Fløtt

World Cup Lonato 2025 – Trap

Eftir at skeet íðkararnar hava avgreitt teirra kapping, er túrurin nú komin til trap kappingina.

Venjing varð á breytini í dag, og hóast hitin og burturmist viðføri órógvar, so eru íðkararnir sera væl nøgdir við umstøðurnar.

Skjótiskráin fyri trap sær soleiðis út (klokkutíðirnar eru føroyskar)

Fríggjadagin 11. juli (75 innleiðandi)

Esmar: 7:30, 10:30 og 13:00

Alex: 8:30, 11:20 og 13:50

Johnhard: 10:00, 12:35 og 15:05

 

Leygardagin 12. juli (50 innleiðandi)

Esmar: 9:00 og 11:45

Alex: 10:30 og 13:00

Johnhard: 8:30 og 11:20

 

Fylgjast kann við úrslitinum á hesi slóð:

https://www.issf-sports.org/competitions/3272/results/3b3b303b54524d3b313b513b533b313b303b30

 

Landsliðið til EM 2025 úttikið

Bartal Klettheyggj
17 ára gamli Bartal Klettheyggj er ein av úttiknu íðkaranum.

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í EM, sum verður í Frankaríki í døgunum 25.-27 juli og 1.-3. august 2025.

Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.

OL Skeet (25/7 – 27/7)
Tórur Fløtt, SBF
Marius F. Joensen, SBF
Jógvan Egholm, VBF

OL Trap (1/8 – 3/8)
Johnhard Klettheyggj, VBM
Esmar Joensen, VBM
Bartal Klettheyggj, VBM

Hetta er aðruferð at 17 ára gamli Bartal er úttikin. Hann umboðaði Føroyar fyri fyrstu ferð í fjør í norðurlandameistara kappingini, og hevur síðani megna at hildið fast ovarlaga á styrkslistanum, til at blíva úttikin einaferð aftrat. Serliga úrslit frá kappingum uttanlands, hava gjørt at hann hevur hildið fast í høga styrkitalinum.

Landsliðið til World Cup 2025 úttikið

Alex Johannesen
Alex Johannesen er ein av úttiknu íðkaranum.

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 5 íðkarar at umboða Føroyar í World Cup, sum verður í Italia í døgunum 4.-14 juli 2025.

Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.

OL Trap
Alex Johannesen, EYS
Johnhard Klettheyggj, VBM
Esmar Joensen, VBM

OL Skeet
Tórur Fløtt, SBF
Pól Jóhannus Smith Jensen, SBF

Hetta er fyrstu ferð at Pól Jóhannus umboðar Føroyar á landsliðinum, seinastu árini hevur hann víst seriøsitet, og hevur so líðandi betra um úrslitini, til at hann nú fær møguleikan at umboða Føroyar á landsliðinum.