Category Archives: News

Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla

Triði filmur í røðini um føroyska ítróttarskjóting, er ein samrøða við Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla úr Tórshavn.

Jón hevur altíð havt áhuga fyri skjóting, men byrjaði ikki at luttaka í ítróttarskjótingini fyrr enn í 2015. Beinanvegin vísti hann góð evnir, og longu árið eftir í 2016, megnaði hann at vinna fyrstu kappingina, tá hann vann í trap í Simme Cup. Kappingin er ein heiðurskapping uppkalla eftir Simma Jacobsen, fyri hansara íkast fyri ítróttarskjótingini í Føroyum.

Sama ár megnaði Jón á síni fyrstu uttanlands kapping, at skjóta eitt 25 tal í OL trap í Vamdrup Grand Prix. Hetta er einasta 25 tal, ið nakar føroyskur skjútti nakrantíð hevur skotið í eini OL trap kapping.

Í 2017 megnaði Jón at skjóta seg á oyggjaleikalandsliðið sum luttók í Gotlandi, og tá hesin filmurin varð tikin upp, hevur Jón júst vunnið FM heiti í trap fyri 2020.

Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag

Annar filmur í røðini um føroyska ítróttarskjóting, er ein samrøða við Tóra Fløtt úr Sunda Byrsufelag.

Tórur er føddur í 1997, og byrjaði á ungum árum at venja OL skeet. Í 2017 megnaði hann at skjóta seg á føroyska landsliðið, og hevur hann tvær ferðir umboða Føroyar á oyggjaleikunum. Her hevur hann vunnið tvey gull og eitt bronsu heiðursmerki. Gull heiðursmerkini er vunnin í liðkappingini, saman við Sámal E. Debes og Marius F. Joensen.

Í fjør megnaði Tórur eisini at sláa føroyska meti í eini OL skeet finalu, við at raka 53 útav 60 dúgvum.

Tórur venur dagliga á OL skeet breytini á Norðskála, og í filminum greiður hann m.a. frá, hvussu væl hann bleiv móttikin á skjótibreytunum sum eru í Føroyum.

Kappingarárið 2021

Nýtt kappinginarár fer av bakkastokki 27. mars, tá F80 føðingardagskappingin hjá Veiðifelagnum Byrsumúla er á skránni. Kappingar kalendarin fyri 2021 síggja tit her: [Trýst her]

Við kappingini byrjar eisini nýggj úttøka til norðurlanda meistarakappingina (NSR) í Finnlandi 4-7. aug. 2022. Úttøkureglar síggjast her [ Trýst her ]

Á somu slóð síggjast eisini m.a. reglarnar fyri Føroya Cup, Grand Prix, FM og nýggju makkarakappingina, sum verður roynd fyrstu ferð í ár.

Nordic Shooting Region “2020”

Avgjørt varð í fjør, at flyta Nordic Shooting Region 2020 til juni í 2021. Nú er so avgjørt, at avlýsa fyri 2021, og í staðin hava kappingina 4-7 aug. 2022.

Nýggj úttøka til NSR 2022 byrjar 27. mars 2021.

Skjótisambandið fingið altjóða limaskap

Skjótisamband Føroya hevur nú fingið limaskap í International Shooting Sport Federation. Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi

Skjótisamband Føroya kann nú senda síni ítróttafólk til altjóða kappingar undir føroyskum flaggi. Skjótisambandið hevur fingið limaskap í International Shooting Sport Federation, ISSF, eftir at sersambandið fyrstu ferð søkti um limaskap í august 2019.

Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt eisini vera við í kappingum, sum Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, skipar fyri. EOC staðfesti endaliga í 2019, at Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í EOC-kappingum í teimum ítróttagreinum, har Føroyar hava altjóða limaskap.

– Hetta eru frálík tíðindi – serstakliga fyri menningina av føroyskum skjótiítrótti. Vit eru sera takksom fyri, at ISSF hevur bjóðað okkum vælkomnum upp í felagsskapin. Limaskapurin fer ikki einans at geva okkara ítróttafólkum íblástur, hann fer eisini at geva okkum royndir á hægsta stigi. Vit eru so sera takksom fyri hesi góðu tíðindi, sigur Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya.

ÍSF fegnast um altjóða limaskapin hjá Skjótisambandinum. Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sigur, at limaskapurin er enn ein týðandi varði á leiðini at fáa føroyskum ítrótti alsamt fleiri altjóða viðurkenningar.

– Hetta eru stórtíðindi, tá talan er um at menna føroyska skjótiítróttin í komandi árum, og hetta passar sum fótur í hosu við, at vit gera nýggja skjótibreyt, sigur Jon Hestoy.

Hann fegnast um, at alsamt fleiri føroysk ítróttafólk hava fingið høvið at kappast á altjóða stigi undir føroyskum flaggi seinnu árini. Føroyar hava nú altjóða limaskap í 12 ítróttagreinum: bogaskjóting, badminton, dart, fótbólti, hondbólti, parasport, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, taekwondo og flogbólti.

Kappingarárið 2021

Kappingarkalendarin hjá SkF fyri 2021 er nú klárur. Sí kalendara: [ Trýst her ]

Í 2021 fara vit at royna eina nýggja kapping við pørum, sum koyrir parallelt við hvørja kapping. Kappingin verður nevnd “makkarakappingin”

Føroya Cup, Grand Prix og FM verða eisini í 2021.

Sí reglar fyri FM, GP, FC og MAK her: [ Trýst her ]

Oyggjaleikir 2021

Sum kunnugt, so eru oyggjaleikirnir á Guernsey 2021 avlýstir.

SkF hevur viðgjørt støðuna, og avgjørt at fullføra úttøkuna sum ætla, og enda hana 30. apríl 2021.

Teir skjúttar, sum tá hava vunnið seg á ætlaða oyggjaleika landsliðið, fáa nærri boð um hvussu verður við úttøkuni. Ein møguleiki er, at teir í staðin verða úttiknir, at umboða Føroyar, í aðrari kapping uttanlands í 2021.

Tað vil siga, at úttøkan til at luttaka á oyggjaleika landsliðinum í Guernsey 2021, er hervið ógilda, og nýggj úttøka byrjar, tá vit vita meira hvussu verður við leikinum.

 

Vinningar frá 2019

Orsaka av serligu umstøðunum, og óvissuni í samband við korona farsóttini í ár, er avgjørt at leingja gildistíðina á vinninginum, sum skjúttar vunnu í 2019 við einum árið, til 31. desember 2021.

Jóannis Joensen føroyameistari í SKEET 2020

Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting.
Í finaluni megnaði Jóannis, at skjóta 49 dúgvur, sum vóru 2 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum varð Marius F. Joensen eisini úr Sunda Byrsufelag.
Nummar 3 bleiv Tórur Fløtt.

Úrslit
1. Jóannis Joensen
2. Marius F. Joensen
3. Tórur Fløtt
4. Sámal Eyðstein Debes
5. Jógvan Egholm
6. Gunnar Sjúrðarson Knudsen
7. Sjúrður Knudsen
8. Johnny á Túgvu
9. Herleif Hammer
10. Magni Dam
11. Jónstein Johannesen
12. Hávarður Fjallstein
13. Benjamin Thomassen
14. Bárður Poulsen