Category Archives: News

Summarkappingin møguliga útsett

Vegna verkfall hevur Skjótisamband Føroya játta, at Summarkappingin sum SBF skipar fyri komandi vikuskifti tann 15. juni, verður flutt til leygardagin tann 6. juli.

Um verkfalli endar næstu dagarnar, so verður kappingin sum ætla tann 15. juni.

Landsliðið til Nordic Shooting Region 2024 úttikið

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini sum verður í Danmark í døgunum 31. juli til 3. august 2024.
Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.

OL Trap
Alex Johannesen, EYS
Johnhard Klettheyggj, VBM
Bartal Klettheyggj, VBM

OL Skeet
Tórur Fløtt, SBF
Leivur Joensen, SBF
Jógvan Egholm, VBF

Aftrat hesum verða Jón Jacobsen og Jóannis Joensen við sum umboð og ferðaleiðarar.

Limalondini í NSR eru:
Ísland
Føroyar
Stóra Bretland
Írland
Noregi
Danmark
Svøríki
Finnland
Estland
Letland
Litava

ISSF venjaraskeið

ISSF hevur í verksett eina nýggja skipan til útbúgving av skjótivenjarum.

Heimasíðan við lýsing av skeiðinum er komin, og í juni mánað verður gjørligt at tilmelda seg.

D og C skeiðini eru á netinum, og limir í limafeløgum í Føroyum kunnu tekna seg til skeiðini, tá tilmeldingin letur upp.

Prísurin á D og C skeiðinum er 490 euro pr. stk. men hevur Skjótisambandið avgjørt, at rinda eitt ískoyti á 100 euro fyri hvønn føroyskan lim sum teknar seg. So prísurin verður 390 euro pr. skeið.

Leinkjan til heimasíðuna:
https://www.issf-academy.com/

Føroyaleikir 2024

Sum kunnugt, eru Føroyaleikir 2024 avlýstir. Allar skotkappingarnar sum standa á kappingarkalendarnum fyri Føroyaleikir 2024, verða tískil tiknar av skránni fyri 2024.

Tó hevur VBM ynski um at skipa fyri eini kapping í English Skeet sama vikuskifti, og hevur starvsnevndin játta hesum.

Víst verður tískil til VBM viðv. kappingini í English Skeet, sama vikuskifti sum Føroyaleikir skuldu verða.

Screenshot 2024-04-18 211842

Perazzi letur gávu til Føroyar

Á hvørjum árið letur Perazzi ein part av teirra yvirskoti, út aftur sum gávu til skjótiítróttin. Í ár hava teir valt at lata hesa gávu til Føroyar.

Vit í Skjótisambandinum eru sera glað um gávuna, og hava valt at gera eitt lutakast í millum allar íðkarar, sum hava luttikið í skjótikapping í Føroyum seinastu 5 árini.

Vinningurin er ein ferð úr Føroyum aftur og fram til Perazzi verksmiðjuna í Brescia, Italia. Har tú gistir á einum 5 stjørna gistingarhúsið í eina viku, og ferðast til verksmiðjuna, í meðan ein nýggj byrsa eftir egnum ynski, verður snikka til tín – sjálvandi alt ókeypis.

Byrsuna fær tú til Føroyar eftir OL seinni í ár, tí OL gull vinnararnir í trap og skeet skulu signera byrsuna, áðrenn tú fær hana.

Ynskir tú at verða við í lutakastinum um hesa gávu, trýstur tú á leinkjuna niðanfyri, og skrásetir teg við navnið og telduposti.

[ Trýst her ]

Norðurlendska meistara heiti 2024 (NSR)

Norðurlendska meistara heiti verður í Danmark tann 31. juli til 4. august 2024.

Úttiknir verða 6 íðkarar, sum skulu umboða Føroyar í OL-trap og í OL-skeet (3 í hvørjari grein).

Úttøkan til landsliðið endar tann 2. juni 2024 kl. 23:59, eftir hetta skal íðkari boða frá beinanveg, um hann kemur við ella ikki. 

Úttikið verður eftir styrkislistanum sum liggur undir Hagtøl.

Úttøku reglar fyri landslið [ Trýst her ]

Heimasíðan hjá NSR [ Trýst her ]

 

Egingjald

Starvsnevndin hevur sambært vegleiðing ásett, at íðkari sum verður úttikin á eitt landslið hjá SkF, skal rinda eitt egingjald á 1.000,00 kr. pr. tiltak hann verður úttikin til.

Gjaldið kemur í gildið beinanveg, og úttøkureglarnar eru dagførdar samsvarandi [ Trýst her ]

Ongin skjóting á oyggjaleikunum á Orknoyggjunum 2025

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur fingið fráboðan frá fyriskiparanum av oyggjaleikinum á Orknoyggjunum 2025, at skjótingin er tikin av skránni fyri oyggjaleikir í 2025.

Síðan oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985, hevur skjóting verði við á øllum leikum, og er hetta tískil fyrstu ferð í oyggjaleika søguni, at skjóting ikki er á skránni.

Vit harmast sera nógv um hesa avgerð, tí okkara íðkarar hava staði seg sera væl seinastu leikirnar, umframt at fráboðanin kemur so seint, tí vit hava brúkt fitt av tíð, at lagt til rættis nýggjan úttøkuleist til leikirnar í 2025.

Hóast hetta er ein hvøkkur fyri føroyska ítróttarskjóting, so bróta vit upp ermar og spýta í lógvarnar, og eru klár at skipa fyri skjóting aftur í 2027, tá oyggjaleikirnir koma heim aftur til Føroyar.

Les meira um avgerðina her:

Clay Target Shooting Withdraw from #Orkney2025