Ongantíð áður hava tað verði so nógvar kappingar á einum kappingarkalendara hjá Skjótisambandinum, og m.a. verður fyrstu ferð skipa fyri FM í Nordisk Trap (NT) og Automatic Ball Trap (ABT).
Kappingarreglar í Føroya Cup, FM og Grand Prix eru eisini dagførdar.
Allar landsliðsúttøkur verða hereftir í tí greinini tikið verður út til. Tað merkir, at um til dømis verður úttikið landslið at luttaka í ABT á oyggjaleikum 2025, so er tað styrkislistin í ABT, sum avgerð hvør verður úttikin at umboða Føroyar í ABT. Væntandi verða styrkislistarnir klárir áðrenn F80 kappingina í 2024.
NSR verður í Danmark tann 31.juli til 4. august 2024. Avgjørt er at taka eitt landslið við trimum íðkarum í OL skeet og trimum íðkarum í OL trap. Henda úttøka endar eina viku áðrenn nøvnini skulu verða inni – sum er 1. juli 2024. Úttøkan endar sostatt 23. Juni 2024 kl. 23:59.
Vit síggja fram til eitt spennandi og hendingaríkt ár í 2024.
Um vikuskifti bleiv FM í OL skeet avgreitt á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.
Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru skotnar, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu har 60 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Tórur Fløtt eina dúgvu framman fyri yngra bróður sín, Jóhann Fløtt. Tórur varð alla finaluna eina ella tvær dúgvur frammanfyri bróðurin.
Hóast Tórur hevur verði í millum bestu skeet íðkarar í Føroyum seinasta árini, so er hetta fyrstu ferð at hann er føroyameistari í OL skeet.
Bronsuna vann Jóannis Joensen.
Unglinga kappingina vann Jóhann Fløtt, og silvuri vann Leivur Joensen. Mattias Eidesgaard vann bronsuna, hetta er fyrsta skjótikapping ið Mattias luttekur í, og megnaði hann í fjórða innleiðandi umfarið, at raka 24 av 25 dúgvum, sum er eitt sera gott úrslit.
Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.
FM kappingarnar sum Skjótisambandið skipar fyri í ár eru nú lidnar, SkF takkar øllum luttakarum, limafeløgum og fyriskiparum fyri góðar og vælskipaðar kappingar, og vil við hesum ynskja øllum FM vinnaranum, hjartaliga til lukku við meistaraheitinum.
Kappingin byrjar leygardagin 26. august 2023 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardag liðug.
Sunnudagin 27. august verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 16:00 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er føroyameistarin í OL skeet 2023.
Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 25. august 2023 kl. 23:59.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2017 OL-skeet finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2023.
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Vinningar Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Venjing Í vikuni upp til FM, lata SBF og VBM breytinar upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.
Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her
FM í OL Trap varð avgreitt á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn um vikuskifti.
Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru skotnar, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu har 50 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, frammanfyri Per S. Hansen úr Eysturskot. Per og Finn vóru javnir tað mesta av finaluni, men tá tær seinastu 15 dúgvurnar blivu skotnar, rakti Finn 3 dúgvur fleiri enn Per.
Bronsuna vann Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Unglinga kappingina vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Bartal vann eisini unglinga kappingina í FM Ameican Trap farna vikuskifti, og kann hann tískil kalla seg tvífaldur føroyameistari í leirdúgvuskjóting 2023. Harry Mikkelsen úr Eysturskot vann silvuri, og Bogi Hendrikson Olsen vann bronsuna í unglingakappingini.
Seinasta FM kappingin sum Skjótisambandið skipar fyri í ár, er FM í skeet, sum verður komandi vikuskifti 26-27. august á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum. Tilmelding til hesa kapping kemur út á skot.fo seinni í kvøld.
Úrslit 1. Finn Ludvig, VBM 2. Per S. Hansen, EYS 3. Jón Jacobsen, VBM 4. Alex Johannesen, EYS 5. Johnhard Klettheyggj, VBM 6. Kristian Johannessen, EYS 7. Bartal Klettheyggj, VBM 8. Jeppe Sommer Bruun, VBM 9. Eirikur Elisson, EYS 10. Bárður Poulsen, VBM 11. Høgni Guldbro Jósleivsson, EYS 12. Esmar Joensen, VBM 13. Harry Mikkelsen, EYS 14. Bogi Hendrikson Olsen, EYS
Kappingin byrjar leygardagin 19. august 2023 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardag liðug.
Sunnudagin 20. august verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 16:30 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er føroyameistarin í OL trap 2023.
Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]
Møtitíð og staður Leygardagin 19. august 2023 kl. 9:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 08:30. (dómsnevnd møtir kl. 8:15 at góðkenna dúgvur)
Sunnudagin 20. august 2023 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30. (dómsnevnd møtir kl. 12:15 at góðkenna dúgvur)
Tilmelding Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 17. august 2023 kl. 20:00.
Tilmeldingar dagførdar 16. aug. 2023 kl. 18:00 300, Alex Johannesen 100, Bartal Klettheyggj (U) 300, Bárður Poulsen 100, Bogi Hendrikson Olsen (U) 300, Eirikur Elisson 300, Esmar Joensen 300, Finn Ludvig 100, Harry Mikkelsen (U) 300, Høgni Guldbro Jósleivsson 300, Johnhard Klettheyggj 300, Jón Jacobsen 300, Jeppe Sommer Bruun 300, Kristian johannessen 300, Per S. Hansen
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 18. august 2023 kl. 23:59.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2017 OL-trap finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2023.
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Vinningar Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Venjing Í vikuni upp til FM, letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.
Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her
FM í American Trap varð avgreitt á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík í dag.
Kappingina vann Alex Johannesen úr Eysturskot, men tað varð eftir eina javna og spennandi finalu. Íðkararnir fylgdust alla finaluna, og tá allar dúgvurnar í finaluni vóru avgreiddar, vórðu Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúli og Alex javnir við 42 dúgvum, og tískil skuldi umskjóting til fyri at avgerða vinnaran. Umskjótingina vann Alex, og samstundis eisini FM ferðasteypi til ognar, fyri tríggjar samanhangandi FM sigrar á rað.
Bronsuna vann Eirikur Elisson úr Eysturskot. Eirikur hevur havt ein steðg frá skjótinini í nøkur ár, men er byrjaður at skjóta aftur í ár.
Unglinga kappingina vann Bartal Klettheyggj, frammanfyri Harry Mikkelsen.
Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 19-20. august á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, tá FM í OL trap verður avgreitt. Tilmelding til hesa kapping kemur út á skot.fo seinni í kvøld.