Sjúrður Knudsen 4 ár sum formaður í SKF

Á Tórshamar Open 2019, valdi Skjótisamband Føroya at heiðra Sjúrða Knudsen, fyri hansara tíð sum formaður í Skjótisamband Føroya.

Sjúrður sat sum formaður í 4 ár, frá 2014 til 2018, og úr rúgvuni av avrikum kunnu m.a. nevnast:

– Gestalimaskapur í Nordic Shooting Region
– Føroya Cup
– Venjingarlega á KFK
– Skjótivegleiðara útbúgving
– Beinleiðis dagføring av úrslitum á netinum
– Eyka FM vinningar
– Nýtt búmerki til SkF

Esmar Joensen, núverandi formaður í Skjótisamband Føroya, handaði Sjúrða eina gávu úr føroyskum gróti, sum takk og minni um tíðina, hann sat sum formaður í Skjótisamband Føroya.