Føroyameistara (FM) kappingin í TRAP 2019

Møtitíð og staður
Leygardagin 31. august 2019 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 1. september 2019 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta  kl. 12:30

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað:  >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 29. august 2019 kl. 20:00.

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-trap finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2019, og í úttøkuni til NSR 2020. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2019.

Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða penga vinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Sí annars treytir v. m. fyri FM 2019 her:  Trýst her

Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður