Sætti og seinasti filmurin í røðini um føroyska ítróttarskjóting, er ein samrøða við Alex Johannesen úr Eysturskot.
Alex byrjaði sum 15 ára gamal at skjóta skeet, men valdi við tíðini, at miðsavna seg um trap skjótingina.
Størsta uppliving hjá Alex er á oyggjaleikum í 2019, tá hann vann ABT kappingina fyri einstaklingar, og setti nýtt oyggjaleikamet. Haraftrat vakti tað ans, at Alex megnaði at skjóta seg til eitt silvur heiðursmerki í OL-trap, tí tá verður kappast á eini skjótibreyt, sum vit ikki hava í Føroyum í dag.
Alex varð við at stovna Eysturskot í 2016, og herfyri bleiv breytin hjá felagnum úti á Vík í Leirvík tikin í nýtslu. Breytin er opin leygardagar, og undirtøkan hevur verðið einastandandi. Uml. 30 nýggir skjúttar eru vanliga á breytini og venja, tá hon er opin. Fyrsta almenna kapping verður á breytini 24. apríl, tá Flaggdagskappingin stendur á skránni.