Fimti filmurin í røðini um føroyska ítróttarskjóting, er ein samrøða við Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag Norðskála.
Marius hevur íðka bæði judo og kappróður á høgum støði, men valdi so at raðfesta ítróttarskjóting í staðin.
Í ítróttarskjótingini hevur Marius veruliga víst styrki, og sambært hagtalsskipanini hjá Skjótisamband Føroya, er hann einasti skjútti í Føroyum, sum hevur eitt miðaltal í kappingum omanfyri 22 útav 25 møguligum.
Á oyggjaleikinum á Bermuda í 2013, kláraði Marius saman við Sámal E. Debes, at verða fyrsti skjútti at vinna gullheiðursmerki fyri Føroyar í skjóting, aftrat tí vann hann eisini einstaklinga kappingina.
Marius hevur endurtikið bragdið í øllum oyggjaleikinum, sum hann hevur luttikið í síðan, og á Jersey í 2015 megnaði hann enntá at seta nýtt oyggjaleika met.
Við altjóða ISSF limaskapinum, sum Skjótisamband Føroya fekk innan jól í fjør, hevur Marius ynski um, at umboða Føroyar í EM og HM uttanlands. Áðrenn limaskapin, kundu føroyskir skjúttar ikki luttaka undir egnum flaggið í altjóða kappingum uttanlands.