Skeet kapping nummar 100 hjá Tóra Fløtt

Leygardagin 12. juni 2021, bleiv Summarkappingin byrja á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Tekniskir trupulleikar gjørdu, at seinasti parturin av kappingini mátti avgreiðast á skjótibreytini hjá VBM á Sandvíkum.

Hetta varð samstundis skeet kapping nummar 100, sum Tórur Fløtt luttekur í, síðan skipa skráseting bleiv av úrslitum frá skjótikappingum.
Skjótisamband Føroya handaði Tóra eina gávu, sum minnið um dagin.

Sama dag varð F16 føðingardagskapping í trap, hildin á nýggju skjótibreytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Úrslitini frá hesi kapping, Summarkappingini (sum Tórur vann) og top 20 listin býtt út á skjótigrein, síggjast niðanfyri.

36 íðkarar í kapping sama vikuskifti, hetta er met luttakaratal ið nakrantíð er skrásett til kappingar í Føroyum. Skjótisambandið vil við hesum takka limafeløgunum, fyri tað megnar arbeiðið, at seta nýggjar íðkarar við.

Summarkappingin: [trýst her]
F16 kappingin [trýst her]

Top 20 listin

NavnGreinKappingar
Tórur FløttSKEET100
Sámal Eyðstein DebesSKEET84
Herleif HammerSKEET73
Finn LudvigTRAP71
Esmar JoensenTRAP61
Alex JohannesenTRAP61
Johnhard KlettheyggjTRAP60
Jógvan EgholmSKEET60
Jóannis JoensenSKEET60
Hávarður FjallsteinSKEET56
Jóhann FløttSKEET54
Gunnar S. KnudsenSKEET54
Sjúrður KnudsenSKEET52
Jón JacobsenTRAP52
Marius F. JoensenSKEET45
Sigurd RasmussenTRAP41
John C HansenSKEET40
Jónstein JohannesenSKEET39
Áslakur JohannesenSKEET39
Esmar AndreasenTRAP37

Hagtalsgrunnur: [ trýst her ]