
FM í trap og skeet skuldi eftir ætlan verða 21-22. august í ár, men av tí at breytin hjá VBM á Sandvíkum ikki verður tøk, er avgjørt at stytta kappingina, og avgreiða alt FM leygardagin tann 21. august.
Skotið verða 100 dúgvur innleiðandi, og síðan ISSF finalu, sum avgerð FM vinnaran í 2021.
Trap kappingin verður avgreidd á skjótibreytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, og skeet kappingin verður avgreidd á skjótibreytini hjá SBF við Norðskála.
Tilmelding v.m. kemur eftir ólavssøku.
Reglugerð fyri FM: [Trýst her]