Vegna útbygging av breytini á Sandvíkum, er ikki gjørligt hjá Veiðifelagnum Byrsumúli, at avgreiða Tórshamar Open 24-25. juli í ár. Í staðin hevur Skjótisambandið gjørt avtalu við hini limafeløgini, um at skipa fyri kapping sama vikuskifti.
Í Leirvík skipar Eysturskot fyri trap kapping, og við Norðskála skipar Sunda Byrsufelag, við stuðli úr Vestmanna Byrsufelag, fyri skeet kapping.
Kappingarnar telja við í NSR úttøku, Føroya Cup, Grand Prix og Makkarakappingini hjá Skjótisambandinum.
Meira kunning verður sum vanligt, tá tilmeldingin kemur út.