
FM í TRAP og SKEET skuldi eftir ætlan verða 21-22. august í ár, men av tí at breytin hjá VBM á Sandvíkum ikki er tøk, er avgjørt at stytta kappingina, og avgreiða alt FM leygardagin tann 21. august.
Møtitíð og staður
Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.
TRAP íðkarar møta á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík.
SKEET íðkarar møta á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála.
Kappingin
Skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður skotin eftir ISSF finalu reglum.
Kappingin telur við í úttøku, makkarakapping, Grand Prix og Føroya Cup kappinginum hjá Skjótisambandinum.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar, men unglingakapping verður sambært reglugerðini fyri FM kappingar, sí her: Trýst her
Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir eftir ávísum treytum.
Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her
Kostnaður
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 20. august kl. 23:59.
Gjaldið er íroknað patrónir og dúgvur.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her <<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 19. august 2021 kl. 20:00.
Listi við tilmeldingum: trýst her
Vinarliga
Skjótisamband Føroya