Met undirtøka

Kappingarárið 2021 er nú liðugt, og síðan skipa skráseting bleiv av úrslitum frá skjótikappingum í Føroyum, hevur undirtøkan fyri føroyskari ítróttarskjóting, ongantíð verði so stór, sum hon varð í ár.

Av teimum 22 kappingunum sum vóru avgreiddar í 2021, vóru tað tilsamans 350 tilmeldingar, sum er met. Gamla meti er frá 2015, tá 312 tilmeldingar vóru.

12. juni vóru 36 íðkarar til skjótikapping sama dag, hetta er eisini met luttakaratal, ið nakrantíð er skrásett til kapping í Føroyum. Gamla meti er frá 2012, tá luttakaratalið varð 34 sama dag.

Góða undirtøkan sæst nú eisini aftur í tilgongdini av nýggjum íðkarum, tí heili 19 nýggir íðkarar, hava fyri fyrstuferð luttikið í skjótikapping í 2021.

Orsøkin til góðu gongdina, er heilt vist góða arbeiði sum limafeløgini í Skjótisambandinum gera. Onnur tiltøk, sum t.d. lýsingarfilmurin, ið bleiv gjørdur í samband við FM í 2020, hevur eisini havt eina góða ávirkan.

Kappingarkalendarin fyri 2022 verður klárur um jóltíðir, men longu nú kanna avdúkast, at okkurt nýtt og spennandi verður í kalendaranum.

Takk fyri í ár.

Nr.ÁrTilmeldingar
12021350
22015312
32019294
42013283
52014271
62016259
72017246
82012237
92020227
102018221
Top 10 listin fyri samlaðar tilmeldingar
Nr.ÁrDagurTilmeldingar
1202112-0636
2201205-0534
3202115-0531
4202110-0729
4202121-0829
4201318-0329
7201417-0528
8201614-0527
9201416-0826
9202126-0626
Top 10 listin fyri luttakaratal sama dag.