ISSF hevur í eina tíð arbeitt við at broyta finaluskipaninar. Nýggj finaluskipan er nú kunngjørd, og fær hon gildið frá 1. januar 2022.
Størsta broytingin er helst, at talið av íðkarum sum vinna seg í finalurnar hækkar frá 6 upp í 8.
Síðani verða hesir 8 býttir í tvær semifinalur, við 4 íðkarum í hvørjari semifinalu. Úr semifinalunum fara 2 íðkarar víðari til sjálva finaluna, har pláss nr. 1 til 4 verður avgjørt.
Skjótisambandið hevur viðgjørt málið, og samtykt at feløgini avgera sjálvi hvat slag av finalum tey skipa fyri, tá tey skipa fyri kapping. Men slag av finalu skal altíð skrivast í tilmelding til kappinga, tá hon verður kunngjørd.
Sí nýggju finalurnar her: [ trýst her ]
