Kappingarárið 2022

Vit eru sera errin av, at kunngera ein sera spennandi kappingarkalendara hjá Skjótisamband Føroya fyri 2022.

Umframt vanligu kappingarnar, verður komandi ár fyri fyrstu ferð skipa fyri kappingum í olympiskum trap og nordisk trap. Hetta er gjørligt, tí breytirnar á Sandvíkum og Leirvík verða dagførdar, til at kunna hýsa hesum kappingum.

Føroya Cup, Grand Prix og Makkarakappingin verða sum vant aftur í 2022, og samstundis byrjar úttøkan til oyggjaleikir á Guernsey 2023, sum heldur fram til á várið í 2023.

Úttøkan til Norðurlandameistarakappingina í Finnlandi, heldur eisini fram, og endar 60 dagar áðrenn fyrsta kappingardag í kappingini í 2022.

Leita verður eftir sponsorum og fígging, at úttaka eitt føroyskt landslið, sum skal umboða Føroyar fyri fyrstu ferð í einari altjóða ISSF kapping komandi summar. 

Nú eitt serstakt ár er við at fáa ein enda, vilja vit nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri stuðul og samstarv í brátt farna ári.
Vit síggja fram til eitt spennandi og hendingaríkt ár í 2022.

Leinkja til kappingarkalendara fyri 2022: [ Trýst her ]
Leinkja til kappingarreglar, úttøku v.m. [ Trýst her ]