Fyrsti av tveimum døgum í skjóting á Føroyaleikum 2022 bleiv avgreiddur á nýggju skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.
Hóast breytin ikki er endaliga klár enn og avhenda, er valt at avgreiða leikirnar á breytini.
Í dag bleiv kappast í greinunum OL trap og OL skeet. Fyrst skuldi innleiðandi umfør við 75 dúgvum skjótast, og síðani finalurnar, sambært altjóða reglum.
Kappingina í OL trap vann Alex Johannesen úr Eysturskot við 40 raktum dúgvum í finaluni, á øðrum plássi í finaluni varð Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk 36 dúgvur. Triðja pláss fekk Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla við 26 dúgvum.
Í OL skeet mátti umskjóting til fyri at avgera finaluna, tí tá finalan varð liðug, vóru Jóannis Joensen og Marius F. Joensen, báðir úr Sunda Byrsufelag, javnir við 28 dúgvum. Umskjótingina vann Jóannis við einari dúgvu framman fyri Marius. Triðja pláss fekk Ingolf Debes úr Vestmanna Byrsufelag við 16 dúgvum í finaluni. Hetta er fyrsta heiðursmerki í OL skeet, sum Ingolf hevur vunnið síðan 2015.
Í morgin verður kappast í English Skeet og Automatic Ball Trap, hetta eru greinar ið vanliga ikki verður kappast í Føroyum. Ferðin á dúgvunum verður sett niður, og í staðin fyri at brúka allar 15 kastimaskinurnar í OL trap, verður bert maskinan í miðjuni brúkt.
Úrslitini frá fyrsta degnum í skjóting:
OL-Trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Jón Jacobsen
4. Johnhard Klettheyggj
5. Hedin Poulsen
6. Per Hansen
7. Jeppe Sommer Bruun
8. Esmar Joensen
9. Bartal Klettheyggj
10. Djóni Olsen
11. Torkil Eli Ternustein
12. Oddmar Dam
13. Sigurd Rasmussen
14. Jóhannus Kristmundsson
15. Hákun Gunnleifsson Heinesen
16. Bárður Poulsen
17. Høgni Guldbro Jósleivsson
OL-skeet
1. Jóannis Joensen
2. Marius F Joensen
3. Ingolf Debes
4. Jógvan Højgaard
5. Tórur Fløtt
6. Sjúrður Knudsen
7. Hans Erik Smith Hensen
8. Jógvan Egholm
9. Fróđi Fossádal
10. Marjus Debes
11. Sámal Eyđstein Debes
12. Pól Jóhannus Smith Jensen
13. Áslakur Johannesen





