Føroyaleikir 2022 – kunning og úrslit

Leygardagur 2. juli 2022
OL skeet og OL trap á Sandvíkum Tórshavn.

Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.

Kappingarnar telja við í Føroya Cup, Grand Prix, makkarakappingini og landsliðsúttøku til ISSF World Championship 2022 í Kroatia, og oyggjaleikirnar 2023 á Guernsey.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur.

Í OL skeet verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar.

Í OL trap verða 2017 ISSF finalurnar brúktar, men eydnaðst tað at dagføra útgerðina innan kappingina, verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar. OL-trap program nr. 5 verður brúkt.

Íðkarar fáa ein matpakka í part frá Føroyaleikum á middegi.

Beinleiðs dagføring av úrslitum: [ Trýst her ]

 

Sunnudagur 3. juli 2022
English skeet og Automatic Ball Trap á Sandvíkum Tórshavn.

Byrja verður at skjóta klokkan 13:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 12:30.

Kappingarnar telja við í makkarakappingin hjá Skjótisambandinum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur sambært kappingarreglunum.

Kappingarreglarnar eru týddar, og síggjast niðanfyri. Serliga verður heitt á skeet íðkarar, um at seta seg væl inn í raðfylgjuna av dúgvunum.

Automatic Ball Trap [ Trýst her ]
English Skeet [ Trýst her]

Kaffi og okkurt søtt aftur við verður til matna.

Beinleiðs dagføring av úrslitum: [ Trýst her ]

 

Vinningar
Tað verður kappast um vøkur serframleidd heiðursmerki, og handanin fer fram aftaná hvørja kapping, men áðrenn handanina skulu allir íðkarar rudda breytina fyri dúgvubrot.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Venjing
Í vikuni upp undir Føroyakeikir letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg leikirnar. Men tekniskar avbjóðingar eru í løtuni á skeet breytini. Fylg við á teirra heimasíðu https://byrsumuli.fo/ hvussu gongur við at rætta brekið.


Kappingastjóri

Trap báðar dagar
Finn Ludvig

Skeet báðar dagar
Jógvan Egholm og
Jógvan Højgaard

Listi við tilmeldingum
https://docs.google.com/spreadsheets/d/1o8rXavcdkfa53XF8kM3u6fR7TlwsNNe27PPasW-dzco/edit?usp=sharing

Góða kapping!
Skjótisamband Føroya