American Trap er trap við “nikkedukke” har ferð og vinklar eru teir somu sum í OL trap.
Møtitíð og staður
Leygardagin 13. august 2022 kl. 9:00 á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 11. august 2022 kl. 20:00.
Listi við tilmeldingum: Trýst her
Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 250 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 12. august 2022 kl. 23:59.
Kappingin
Skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 8 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2022 finalu reglum.
Fyrstu 75 dúgvurnar telja við í Makkarakappingini, Føroya Cup 2022, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2023. Endaplássini telja við í Grand Prix 2022.
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi 100 dúgvurnar.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Finalurnar verða avgreiddar við flash dúgvum. (um vit fáa hendur á teimun)
Vinningar
Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her
Venjing
Í vikuni upp til FM, letur EYS breytina upp fyri venjing til kappingina. Fylg við á teirra heimasíðu nær breytin er opin.
Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her
