Alex Johannesen føroyameistari í American Trap

FM í American Trap varð avgreitt á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík í dag.

Kappingina vann Alex Johannesen úr Eysturskot, men tað varð bert eina dúgvu frammanfyri evnaríka og bert 14 ára gamla Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Alex fekk 23 í finaluni, og Bartal fekk 22.

Bronsuna vann Høgni Guldbro Jósleivsson úr Eysturskot. Hetta er fyrstu ferð at Høgni fær heiðursmerki í sterkasta bólkinum í leirdúgvuskjóting.

Eftir innleiðandi umførini, varð tað annars heilt óvænta Jóhannus Kristmundsson úr Eysturskot sum lá á fremsta plássið, men í semifinaluni gekk ikki líka gott, so hann endaði á einum 7. plássi samanlagt.

Unglinga kappingina vann Bartal Klettheyggj, frammanfyri Hákun G. Heinesen. Bronsuna vann Jóhann Fløtt, sum vanliga ikki plagar at luttaka í trap kappingum, men satsar meira upp á skeet kappingarnar.

Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 20-21. august á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, tá FM í OL trap verður avgreitt. Tilmelding til hesa kapping kemur út á skot.fo seinni í kvøld.

Úrslit
1. Alex Johannesen
2. Bartal Klettheyggj
3. Høgni Guldbro Jósleivsson
4. Oddmar Dam
5. Johnhard Klettheyggj
6. Jónstein Johannesen
7. Jóhannus Kristmundsson
8. Esmar Joensen
9. Hákun G Heinesen
10. Jón Jacobsen
11. Jóhann Fløtt
12. Sigurd Rasmussen

Unglingar
1. Bartal Klettheyggj
2. Hákun G Heinesen
3. Jóhann Fløtt