Føroyameistara (FM) kappingin í OL TRAP 2022

Møtitíð og staður
Leygardagin 20. august 2022 kl. 9:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 08:30. (dómsnevnd møtir kl. 8:15 at góðkenna dúgvur)

Sunnudagin 21. august 2022 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30. (dómsnevnd møtir kl. 12:15 at góðkenna dúgvur)

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<< 

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 18. august 2022 kl. 20:00.

Listi við tilmeldingum [ Trýst her ]

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 250 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 19. august 2022 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 8 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2022 OL-trap finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Makkarakappingini, Føroya Cup 2022, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2022.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Finalurnar verða avgreiddar við flash dúgvum.

Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum. Tá hetta er fyrsta FM kapping á OL trap breyt, verður eisini nýtt ferðasteyp lati til kappingina.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her