
Nú er greitt nær nøvnini á oyggjaleika luttakarunum skulu verða inni, og eftir hesum er ásett tíðarfreistir í mun til nær úttøkurnar til oyggjaleikir 2023 enda.
Skeet
Úttøkan í skeet endar tann 15. apríl 2023 kl. 23:59. Eftir hetta fáa 4 teir fremstu íðkararnar í skeet úttøkuni, freist til 17. apríl kl. 17:00 at fráboða um teir koma við ella ikki.
Trap
Tá úrslitið av Flaggdagskappingin (EYS) tann 22. apríl 2023 er greitt, endar úttøkan í trap. 4 teir fremstu íðkararnir skulu beinanvegin eftir at úrslitið er greitt, boða frá um teir koma við ella ikki, t.v.s. uml. kl. 17:00 nevnda dag.
Val av grein
Vísandi til úttøkureglarnar, so hava tveir teir fremstu í hvørji grein fyrsta rætt at velja hvørji grein ið teir vilja luttaka í, men SkF vil viðmæla, at íðkarar sum verða úttiknir, tosa saman innanhýsis, áðrenn endalig fráboðan um hvør luttekur í hvørji grein, verður send til SkF.
Allir 8 verða paraðir saman tveir og tveir, og skulu umboða Føroyar í hesum skjótigreinum:
– Eitt par í skeet, skal skjóta Olympic Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í skeet, skal skjóta English Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Olympic Trap einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Automatic Ball Trap einstaklingar og lið kapping.
Hetta er sjálvsagt treyta av, at nevndu skjótigreinar eru partar av endaligu kappingarskránni á oyggjaleikum 2023, og at SkF fær 8 pláss í ferðalagnum.
Seinasta freist at boða SkF frá hvørji grein íðkari luttekur í, er sunnudagin tann 23. apríl. kl. 17:00.
Útlendskar kappingar
Fráboðanarfreistin fyri møguligari útlendskari kapping, sum skal telja við í úttøkuni er 15. apríl. 2023 kl. 23:59.
Upplýsingar
Íðkarar sum umboða landsliðið skulu beinanvegin senda hesar upplýsingar til SkF.
Teldupostbústaður
Telefonummar
Mynd av síðuni í freðapassi, har andlitsmyndin stendur
Mynd av fremstu síðu í vápnaprógvi
Mynd av báðum síðum í vápnapassi
Bústaður
Fráboðanir og upplýsingar skulu sendast sum teldupost til skot@skot.fo ella Messenger boð til formannin.
Støðan í úttøkuni
Trap: https://skfhagtol.z6.web.core.windows.net/CompetitionGroup_17_TRAP.html
Skeet: https://skfhagtol.z6.web.core.windows.net/CompetitionGroup_17_SKEET.html
Úttøkureglar: https://skot.fo/uttokan-til-oyggjaleikirnar-a-guernsey-2023/
!! VÆLVILD !!
Tað hevði verði sera gott, um íðkarar sum longu nú, áðrenn at úttøkan er liðug, vita um teir koma við ella ikki, boða SkF frá hesum beinanvegin. Tí tað sparir okkum fyri nógvari óneyðugar spilltíð til umsiting og samskipan.