Author Archives: Esmar Joensen

EUROPEAN CHAMPIONSHIP SHOTGUN 2020 – Châteauroux

Skjótisamband Føroya hevur fingið innbjóðing frá franska skjótisambandinum, til at luttaka á EUROPEAN CHAMPIONSHIP SHOTGUN 2020.

Kappingin er í døgunum 8-20. mai 2020 á tjóðarbreytini í Châteauroux.

Skjúttar sum eru áhugaðir at luttaka, kunnu senda eini boð til skot@skot.fo, so taka vit tað harfrá, sí annars treytir her: https://skot.fo/kunning-i-samband-vid-uttanlandsferdir/

Innbjóðing: FRA – ECH shotgun 2020 chateauroux – status october 2019

Skeet individual verður 9-11 mai.
Tap individual verður 16-18 mai.

Alex Johannesen føroyameistari í trap 2019

Alex Johannesen úr Eysturskot, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í trap leirdúgvuskjóting.

Í finaluni megnaði Alex at skjóta 39 dúgvur, sum vóru tvær meira enn nærmasti kappingarneytin Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

Nummar 3 bleiv Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

Úrslit
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Jón Jacobsen
4. Esmar Joensen
5. Johnhard Klettheyggj
6. Petur Skeel Dahl
7. Jónstein Johannesen
8. Bárður Poulsen
9. Sigurd Rasmussen

Marius F. Joensen føroyameistari í skeet 2019

Marius F. Joensen, úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting.

Í finaluni megnaði Marius, at skjóta 50 av 60 dúgvum, sum er javnt við meti, ið Tórur Fløtt og Magni Dam hava í eini skeet finalu.

Nummar 2 gjørdist Sámal E. Debes, og nummar 3 bleiv Johnny á Túgvu, báðir úr Sunda Byrsufelag.

Unglinga kappingina, vann Tórur Fløtt frammanfyri beiggja sín Jóhann Fløtt.

Úrslit
1. Marius F. Joensen
2. Sámal Eyðstein Debes
3. Johnny á Túgvu
4. Jóannis Joensen
5. Gunnar Sjúrðarson Knudsen
6. Tórur Fløtt
7. Jóhann Fløtt
8. Jógvan Egholm
9. Bárður Poulsen
10. Áslakur Johannesen

Komandi vikuskifti 31. august verður FM í trap. Byrja verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin.


Báðar dagar verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

FM í leirdúgvuskjóting 2019

Komandi vikuskifti 24-25. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.

Kappast verður fyrst í skeet, og vikuskifti eftir, tann 31. august til 1. september, verður kappast í trap.

Fyrri dagur í skeet, verður skotin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála, og dagin eftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Báðir dagarnir í trap, verða skotnir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardag kl. 9:00, og sunnudag kl. 13:00 verða seinastu umførini, umframt finalurnar skotnar.

Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til landsliðs hópin, sum skal luttaka í norðurlandameistara kappingini í Finnlandi næsta ár.

Føroyameistara (FM) kappingin í SKEET 2019

Møtitíð og staður
Leygardagin 24. august 2019 kl. 9:00 á breytini hjá Sunda Byrsufelag. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 25. august 2019 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta  kl. 12:30

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað:  >>Trýst her <<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 22. august 2019 kl. 20:00.

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet finalu reglum. Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2019, og í úttøkuni til NSR 2020. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2019.

Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða penga vinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Sí annars treytir v. m. fyri FM 2019 her:  Trýst her

Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður