Eftir áheitan frá VBM, hevur Skjótisambandið játta, at Mikkjalsmessukappingin sum skuldi verða 28. sept. 2024, verður framflutt eina viku til 21. sept. 2024.
Author Archives: Esmar Joensen
Skjótisamband Føroya vertur fyri aðalfundi

Annað hvørt ár er aðalfundur í norðurlendska skjótisambandinum, Nordic Shooting Region (NSR).
Danmark hevur í løtuni formansskapin í NSR, men av tí at tað ikki hevur borið til at hildið aðalfundinum í Danmark í ár, hevur føroyska skjótisambandið bjóða seg fram, at skipa fyri aðalfundinum í Føroyum.
Hetta er nú eydnast, og vikuskifti 5-7. september verður fyri fyrstuferð NSR aðalfundur í Føroyum.
At bjóða seg fram at verða vertur fyri einum slíkum fundi, er partur av endamálinum hjá Skjótisambandinum, at verða meira virkin á altjóða pallinum, so at okkara íðkarar kunnu fáa størri avbjóðingar.
Aðalfundurin verður hildin í nýggju hølunum hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Limalondini í NSR eru:
Ísland
Føroyar
Stóra Bretland
Írland
Danmark
Noregi
Svøríki
Finland
Estland
Letland
Litava
Føroyameistara (FM) kappingin í ABT 2024

Møtitíð og staður
Leygardagin 17. august 2024 kl. 9:00 á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 15. august 2024 kl. 20:00.
Tilmeldingar dagførdar 15-08 kl. 15:00:
300, Esmar Joensen
300, Johnhard Klettheyggj
100, Bartal Klettheyggj (U)
300, Høgni G. Josleivsson
300, Kristian Johannesen
300, Bárður Poulsen
300, Jeppe S. Bruun
100, Marius Gaardlykke (U)
300, Alex Johannesen
300, Finn Ludvig
300, Eirikur Elisson
Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 16. august 2024 kl. 23:59.
Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd sambært ABT finalu reglum:
Reglugerð fyri Automatic Ball Trap (ABT)
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi 75 dúgvurnar.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Vinningar
FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin.
Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.
Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.
Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2025.
Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her
Venjing
Í vikuni upp til FM, letur EYS breytina upp fyri venjing til kappingina. Fylg við á teirra heimasíðu nær breytin er opin.
Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her
Tórur Fløtt silvur í norðurlandameistara kapping

Í dag er føroysk ítróttarsøga skriva innanfyri skjóting, tí fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í norðurlandameistara skjótikapping.
Hetta hendi tá Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag vann silvur heiðursmerki í OL skeet greinini. Tórur vísti styrki frá byrjan, og eftir at innleiðandi dúgvurnar vóru avgreiddar, lá hann á einum fyrstaplássið, men í finaluni kláraði ein íðkari úr Finnlandi, at verða tvær dúgvur frammanfyri Tóra.
Innleiðandi tølini hjá Tóra vóru so mikið góð, at um vit samanbera úrslitið hjá honum við OL í Paris, sum bleiv avgreitt samstundis, so hevði hann einans verði tvær dúgvur frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu!
Eisini Alex Johannesen úr Eysturskot megnaði at vinna finalupláss í OL trap greinini, men í finaluni bleiv tað til eitt fimta pláss.
Leivur Joensen úr Sunda Byrsufelag luttók fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðinum, tí Skjótisambandið hevði avlagt tvey pláss til unglingar á landsliðinum í ár. Í unglinga OL skeet kappingini megnaði Leivur at vinna finalupláss, men tað bleiv eisini til eitt fimta pláss í finaluni.
Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag, Bartal Klettheyggj og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla luttóku eisini í kappingini, men teir vóru ov stuttir til at vinna finalupláss.
Jón Jacobsen og Jóannis Joensen virka sum venjarar og ferðaleiðari.

Fyrri dagur í norðurlandakappingini liðugur
Hetta vikuskifti luttekur føroyska landsliðið í skjóting, í norðurlendska meistaraskapinum í Danmark. Vit hava umboð í OL trap og OL skeet.
Í dag eru fyrstu 75 dúgvurnar útav 125 innleiðandi avgreiddar. Best gekk hjá Tóra Fløtt, sum rakti 72 dúgvur, hetta er nokk til at liggja á einum deildum fyrsta plássi í OL skeet kappingini.
Alex Johannesen rakti 70 dúgvur, og liggur á einum deildum fjórða plássi í OL trap kappingini.
Í morgin verða seinastu 50 dúgvurnar innleiðandi skotnar, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir víðari til finaluna.
Úrslit frá í dag.
OL skeet
72, Tórur Fløtt
63, Jógvan Egholm
57, Leivur Joensen (unglingur)
OL trap
70, Alex Johannesen
59, Johnhard Klettheyggj
52, Bartal Klettheyggj (unglingur)


Nú skal tað altíð takast fyrivarni, sum t.d. veður vindur og umstøður annars, tá man samanber úrslit í leirdúgvuskjóting. Men akkurát líka sum okkara íðkarar skutu fyrstu 75 innleiðandi dúgvurnar í dag, gjørdu heimsins bestu íðkarar júst tað sama í dag á OL í Paris.
Við einum úrslitið á 72, hevði Tórur verði bara eina dúgvu frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu !
Skeet kapping nummar 100 hjá Sámal E. Debes

Í dag skipaði Vestmanna Byrsufelag fyri Syftusøkukappingini. Hetta varð samstundis skeet kapping nummar 100, sum Sámal E. Debes úr Sunda Byrsufelag luttekur í, síðan skipa skráseting av úrslitum bleiv av skjótikappingum í Føroyum.
Sámal hevur umboða Føroyar á oyggjaleikum, har hann saman við Tóra Fløtt og Marius F. Joensen hevur vunnið tvey gull heiðursmerki í skeet liðkappingini, og tað eyðmerkir Sámal, at hann tekur skjótiítróttin í størsta álvara. Fyrireikingarnar eru altíð í hásæti, hvørjaferð hann trýnir inn á skjótipallin. Eisini er Sámal skjótur at læra frá sær, um hann sær okkurt ið aðrir íðkarar gera skeivt.
Sum minnið um dagin, handaði Skjótisamband Føroya Sámal eina gávu.
Úrslit frá Syftusøkukappingini og Jóansøkukappingini í OL trap, sum eisini varð skipa av Veiðifelagnum Byrsumúla í dag, síggjast undir hagtøl.
Summarkappingin verður 15. juni !
Verfalli er nú liðugt, og av tí sama verður Summarkappinginum ið SBF skipar fyri, sum ætla komandi leygardag tann 15. juni.
Summarkappingin møguliga útsett
Vegna verkfall hevur Skjótisamband Føroya játta, at Summarkappingin sum SBF skipar fyri komandi vikuskifti tann 15. juni, verður flutt til leygardagin tann 6. juli.
Um verkfalli endar næstu dagarnar, so verður kappingin sum ætla tann 15. juni.
Landsliðið til Nordic Shooting Region 2024 úttikið
Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini sum verður í Danmark í døgunum 31. juli til 3. august 2024.
Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.
OL Trap
Alex Johannesen, EYS
Johnhard Klettheyggj, VBM
Bartal Klettheyggj, VBM
OL Skeet
Tórur Fløtt, SBF
Leivur Joensen, SBF
Jógvan Egholm, VBF
Aftrat hesum verða Jón Jacobsen og Jóannis Joensen við sum umboð og ferðaleiðarar.
Limalondini í NSR eru:
Ísland
Føroyar
Stóra Bretland
Írland
Noregi
Danmark
Svøríki
Finnland
Estland
Letland
Litava

ISSF venjaraskeið – nú er klárt at tilmelda seg
Nú er klárt at tilmelda teg til ISSF venjara D-skeiðini. (sí grein longri niðri á síðuni)
Skráset teg við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

