Category Archives: News

Tórur Fløtt føroyameistari í OL skeet, og Alex Johannesen í OL trap 2025

Um vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya skipa fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.

Í OL skeet varð ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Tórur Fløtt vísti styrki frá byrjan, og megnaði at verða heili 10 dúgvur frammanfyri Pól Jóhannus Smith Jensen, sum bleiv nummar tvey við 42 dúgvum í finaluni.

Unglingurin og hondbóltsmálmaðurin Leivur Joensen, hevði eina góða kapping, og megnaði at vinna eitt triðja pláss, við 32 dúgvum í finaluni. Leivur megnaði eisini í kappingini, at skjóta allar 25 dúgvurnar í einum umfarið.

Tríggir íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 111 dúgvum. Næstur varð Mattias D. Eidesgaard við 88 dúgvum. Triðja plássið vann Eli Dam við 74 dúgvum.

Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.

Í OL trap varð munandi meira spennandi, tí íðkarar skiftust um at liggja fremst.
Frá tí at fyrsta skoti bleiv lati av leygardagin, til seinastu dúgvuna í finaluni, skiltu ein og tvær dúgvur fremstu íðkararnar, men tá til stykkis kom, dró Alex Johannesen úr Eysturskoti longra stráið, og vann tvær dúgvur framman fyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

Bronsuna vann Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og sonurin, Bartal Klettheyggj úr sama felag, vann unglingakappingina.

Vanligt er ikki at skipa fyri hesum báðum FM kappingum sama vikuskifti, men orsaka av altjóða landsliðsluttøku, fekk ein áseting í FM reglunum gildið, ið áleggur at FM skal flytast, um altjóða luttøka fellur saman við eina FM kapping. Og tað gjørdi tað so í ár.

Í ár hevur eisini verði kappast um eitt lið ferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, hesa ferð vann Byrsumúli steypið. Teir ið umboðaðu Byrsumúla á liðinum vórðu, Esmar Joensen og Jón Jacobsen, hesir vórðu samlað tvær dúgvur frammanfyri Eysturskot, ið varð umboða av Alex Johannesen og Høgna G. Jósleivsson.

Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 6. sept. tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.

Úrslit:

FM OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
4. Esmar Joensen
5. Jón Jacobsen
6. Høgni G Jósleivsson
7. Bartal Klettheyggj
8. Bárður Poulsen

FM OL trap – unglingar
1. Bartal Klettheyggj


FM OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus Smith Jensen
3. Leivur Joensen
4. Jóannis Joensen
5. Jógvan Egholm
6. Herleif Hammer
7. Magni Dam
8. Mattias Eidesgaard
9. Eirikur Elisson
10. Óla Christian Debes
11. Áslakur Johannesen
12. Eli Dam

FM OL skeet – unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam

OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus S. Jensen
3. Leivur Joensen
OL skeet unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias D. Eidesgaard
3. Eli Dam
OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
OL trap unglingar
1. Bartal Klettheyggj

Føroyameistara (FM) kappingin í OL trap og OL skeet 2025 – úrslit

Kappingin byrjar leygardagin 30. august 2025 kl. 10:00. Uml. kl. 14:00 eru fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardag liðug.

Sunnudagin 31.aug. verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 16:00 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er føroyameistari í OL trap og OL skeet í 2025.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum:

OL trap: [ Trýst her ]

OL skeet: [ Trýst her ]

Føroyameistara (FM) kapping í OL SKEET og OL TRAP 2025

Møtitíð og staður

OL TRAP

DagurStaðurKlokkan
30. august 2025Á Sandvíkum (VBM)9:30
31. august 2025Á Sandvíkum (VBM)12:30

OL SKEET

DagurStaðurKlokkan
30. august 2025Við Norðskála (SBF)9:30
31. august 2025Á Sandvíkum (VBM)12:30

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað.

>> TRÝST HER <<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 28. august 2025 kl. 20:00.

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 29. august 2025 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2024 finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2025. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2025.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Vinningar
FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin. 

Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.

Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.

Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2026.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, lata SBF og VBM breytinar upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytirnar eru opnar.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her

Tilmeldingar dagført 28. august 2025 kl. 20:00 – liðugt:

Esmar Joensen VBM OL TRAP 300
Herleif Hammer VBM OL SKEET 300
Høgni G Jósleivsson Eysturskot OL TRAP 300
Jógvan Egholm VBF OL SKEET 300
Bárður Poulsen VBM OL TRAP 300
Pól Jóhannus Smith Jensen Sunda byrsufelag OL SKEET 300
Tórur Fløtt Sunda Byrsufelag OL SKEET 300
Bartal Klettheyggj VBM OL TRAP 100
Johnhard Klettheyggj VBM OL TRAP 300
Finn Ludvig VBM OL TRAP 300
Jón Jacobsen VBM OL TRAP 300
Magni Dam SBF OL SKEET 300
Eirikur Elisson Eysturskot OL SKEET 300
Leivur Joensen SBF OL SKEET 100
Mattias Eidesgaard SBF OL SKEET 100
Eli Dam SBF OL SKEET  
Óla Christian Debes SBF OL SKEET 300
Alex Johannesen Eysturskot OL TRAP 300
Jóannis Joensen Sbf OL SKEET 300
Áslakur Sunda byrsufelag OL SKEET 300

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL trap liðugt

Bartal Klettheyggj, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj

Seinasta altjóða kappingin í OL trap og OL skeet, sum føroyskir landsliðs íðkarar luttaka í ár, er nú liðug. Kappingin varð EM í OL trap, har tríggir íðkarar umboðaðu Føroyar. Kappingin varð á somu breyt, sum hýsti  OL 2024 í Frankaríki.

Best gekk hjá Bartal Klettheyggj, sum luttók sum unglingur, hann endaði ovarlaga í niðasta triðinginum av unglingum. Hetta vakti ans, og onkur venjari varð so hugtikin av unga 17 ára gamla hoyvíkinginum, at viðkomandi bjóðaði seg fram at hjálpa Bartal víðari í framtíðini, um hann varð áhugaður í tí.

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisamband Føroya úttekur landslið til World Cup og EM, síðan SkF fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF og evropeiska skjótisambandinum ESC. At luttaka fyrstu ferð í so stórum kappingum er stórsligið, bæði fyri sersambandið og íðkarar, men vit hava lært eina rúgvu, ið fer at menna okkum enn meira, til at fáa enn betur úrslit í framtíðini.

Í døgunum 23-24. august fer enn eitt føroyskt landslið at luttaka norðurlandameistarakapping, tá kapping í Nordisk Trap er á skránni í Noregi. Londini sum luttaka eru Føroyar, Ísland, Danmark, Noregi og Svøríki. Eysturskot hevur átikið sær, at skipa fyri hesi luttøku vegna SkF.

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL trap

Eftir at skeet íðkararnar hava avgreitt teirra kapping, er túrurin nú komin til trap kappingina.

Venjing varð á breytini í dag, og hóast hitin órógvar, so eru umstøðurnar framúr.

Skjótiskráin fyri trap sær soleiðis út (klokkutíðirnar eru føroyskar)

Fríggjadagin 1. august
Bartal: 8:00, 12:00 og 16:00 (75 innleiðandi)
Esmar: 10:00 og 14:00 (50 innleiðandi)
Johnhard: 10:30 og 14:30 (50 innleiðandi)

Leygardagin 2. august
Bartal: 8:30 og 12:30 (50 innleiðandi)
Esmar: 11:00 og 15:30 (50 innleiðandi)
Johnhard: 10:00 og 14:00 (50 innleiðandi)

Sunnudagin 3. august
Esmar: 09:30 (25 innleiðandi)
Johnhard: 10:00 (25 innleiðandi)

Úrslit verða at síggja á hesu slóð:
Trýst her

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL skeet liðugt

Altjóða luttøkan hjá skeet íðkaranum í ár er nú av. Seinasta kappingin varð EM í Châteauroux Frankarík.

Umboða Føroyar hava tríggir íðkarar, Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag og Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag.

Besta úrslitið stóð Marius fyri, hann rakti 118 av 125 dúgvum, og við hesum úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum ikki varð gjørligt stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða limaskap.

Um nakrar fáar dagar fara OL trap íðkararnir til EM á somu breyt. Tá fara Esmar Joensen, og feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj at umboð Føroyar.

EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL skeet

Eftir at føroysku íðkarar hava umboða okkara land í World Cup, stendur EM í Frankaríki á skránni. Kappingin verður avgreidd á somu skjótibreyt sum hýsti OL í 2024.

Skeet íðkararnir skulu kappast fyrst, og sær teirra skjótiskrá soleiðis út: (klokkutíðirnar eru føroyskar)

Fríggjadagin 25. juli (50 innleiðandi)

Marius: 10:25 og 14:40
Tórur: 11:00 og 15:10
Jógvan: 11:35 og 15:40

Leygardagin 26. juli (50 innleiðandi)

Marius: 11:00 og 14:40
Tórur: 09:50 og 13:40
Jógvan: 11:00 og 14:40

Sunnudagin 27. juli (25 innleiðandi)

Marius: 09:45
Tórur: 10:20
Jógvan: 09:10

Tað er sindur ógreitt hvussu verður beinleiðis dagføring av úrslitinum, men vert er at fylgja við á ISSF síðuni [ Trýst her ], og so tíðir uppá, at tey verða her eisini: [ Trýst her ]

ISSF World Cup 2025 í Lonato liðugt

Luttøkan hjá skjótilandsliðinum í World Cup er nú komin at enda.

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisambandið úttekur landslið til World Cup, síðan SkF fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF.

At luttaka fyrstu ferð í ein so stórari kapping, er stórsligið, og tá er torført at savna seg um “einføldu” uppgávuna, sum er at skjóta leirdúgvuna, haraftrat hevur øðiligi hitin havt eina ávirkan á føroyska avrikið.

Samlaðu úrslitini síggjast her: https://www.issf-sports.org/competitions/3272/results

Tað sum serliga vakti ans, varð at Alex Johannesen úr Eysturskoti einans misti eina dúgvu seinna dagin í innleiðandi umførunum til finaluna. Hetta er úrslit ið kann javnstillast við heimselituna, men tá fyrri dagur ikki varð eins líka góður, endaði Alex á einum 112 plássi útav 183 íðkarum, sum er er sera flott.

SkF fer nú at fyrireika seg til EM í Frankaríki sum verður 23. juli til 7. august, 6 íðkarar fara at umboða Føroyar til EM, teir eru: Marius F. Joensen, Tórur Fløtt og Jógvan Egholm í OL skeet, og Johnhard Klettheyggj, Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen í OL trap.

Alex Johannesen, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj umboða okkum í OL trap
Alex Johannesen, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj
Pól Jóhannus Jensen og Tórur Fløtt umboða okkum í OL skeet
Pól Jóhannus Jensen og Tórur Fløtt

World Cup Lonato 2025 – Trap

Eftir at skeet íðkararnar hava avgreitt teirra kapping, er túrurin nú komin til trap kappingina.

Venjing varð á breytini í dag, og hóast hitin og burturmist viðføri órógvar, so eru íðkararnir sera væl nøgdir við umstøðurnar.

Skjótiskráin fyri trap sær soleiðis út (klokkutíðirnar eru føroyskar)

Fríggjadagin 11. juli (75 innleiðandi)

Esmar: 7:30, 10:30 og 13:00

Alex: 8:30, 11:20 og 13:50

Johnhard: 10:00, 12:35 og 15:05

 

Leygardagin 12. juli (50 innleiðandi)

Esmar: 9:00 og 11:45

Alex: 10:30 og 13:00

Johnhard: 8:30 og 11:20

 

Fylgjast kann við úrslitinum á hesi slóð:

https://www.issf-sports.org/competitions/3272/results/3b3b303b54524d3b313b513b533b313b303b30