Category Archives: News

Alex Johannesen føroyameistari í Nordisk Trap

Seinasta føroyameistarakappingin í hesum kappingarárinum, varð leygardagin á skjótibreytuni hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, tá FM í Nordisk Trap fyri fyrstu ferð bleiv avgreitt í Føroyum.

Alex Johannesen vann kappingina við 117 útav 125 dúgvum, hetta er samstundis næsta FM heiti ið Alex vinnur í ár, tí hann vann eisini fyrstu FM kappingin í ár, sum varð í ABT.

Næstur Alex bleiv bróðir hansara Carsten Joensen, sum varð 7 dúgvur aftanfyri Alex. Triðjapláss vann Kristian Johannesen, sum byrjaði at íðka skjóting í fjør. Kristian og Eirikur Elisson vóru javnir á triðja plássið, so umskjóting skuldi til teirra millum, fyri at avgerða bronsuna.

Unglinga kappingina vann Eiler Ludvig Jacobsen við 85 dúgvum. Marius Gaardlykke og Harry Mikkelsen vóru javnir á øðrum plássi, so her skuldi eisini umskjóting til, og hana vann Marius sum sostatt vann silvur, og Harry vann bronsuna.

Allir luttakarnir í FM Nordisk Trap vóru úr Eysturskot.

Tær fýra FM kappingarnar ið Skjótisambandið hevur staði fyri í ár, eru nú avgreiddar. SkF takkar øllum luttakarum, limafeløgum, miðlum og fyriskiparum fyri góðar og vælskipaðar kappingar, og vil við hesum ynskja øllum FM vinnaranum, hjartaliga til lukku við meistaraheitinum.

Úrslit
1. Alex Johannesen
2. Carsten Joensen
3. Kristian Johannesen
4. Eirikur Elisson
5. Jógvan Linklett
6. Jónstein Johannesen
7. Høgni Guldbro Jósleivsson
8. Eiler Ludvig Jacobsen
9. Marius Gaardlykke
10. Harry Mikkelsen
11. Jóhannus Kristmundsson
12. Áslakur Johannesen
13. Mikal Ósbjørnsson
14. Búi Heinesen

Unglingar
1. Eiler Ludvig Jacobsen
2. Marius Gaardlykke
3. Harry Mikkelsen
4. Mikal Ósbjørnsson
5. Búi Heinesen

Øll úrslit [ Trýst her ]


Føroyameistara (FM) kappingin í Nordisk Trap 2024

Møtitíð og staður
Leygardagin 7. september 2024 kl. 9:00 á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 5. sept. 2024 kl. 20:00.

Tilmeldingar dagførdar 05-09 kl. 20:00.

300, Høgni Guldbro Jósleivsson
300, Kristian Johannesen
300, Jónstein Johannesen
300, Eirikur Elisson
300, Jógvan Linklett
100, Harry Mikkelsen (U)
300, Alex Johannesen
100, Eiler Ludvig Jacobsen (U)
300, Jóhannus Kristmundsson
100, Mikal Ósbjørnsson (U)
100, Marius Gaardlykke (U)
100, Búi Heinesen (U)
300, Áslakur Johannesen
300, Carsten Joensen
Jan Bolstad Anthoniussen

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 6. sept. 2024 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 5 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, við 25 eyka dúgvum, sum verða taldar saman við innleiðandi tølunum.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi 100 dúgvurnar.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Vinningar
FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin. 

Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.

Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.

Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2025.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, letur EYS breytina upp fyri venjing til kappingina. Fylg við á teirra heimasíðu nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her

Marius F. Joensen føroyameistari í OL skeet

Um vikuskifti bleiv FM í OL skeet avgreitt á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.

Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru skotnar, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu har 60 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Marius F. Joensen við 55 dúgvum. Hetta er nýtt føroyskt met í ISSF 2017 finalu í OL skeet.

Silvuri vann Tórur Fløtt við 5 dúgvum aftanfyri Marius í finaluni. Bróður Tóra, Jóhann Fløtt vann bronsuna við 35 raktum dúgvum í finaluni.

Í 2012 lat Skjótisamband Føroya ferðasteyp til FM í OL skeet, hetta ferðasteyp kláraði at verða í umfarið í 12 ár, inntil at Marius í dag vann tað til ognar, fyri fimm FM sigrar tilsamans.

Fýra íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 94 dúgvum. Næstur varð Mattias Eidesgaard við 86 dúgvum. Triðja plássið vann Eli Dam við 75 dúgvum. Fjórða plássi fekk Ragnar Skorheim við 56 dúgvum.

Allir unglingar eru úr Sunda Byrsufelag, og felagið eigur stórt rós uppiborið, fyri at hava eitt so gott ungdómsarbeiði, at teir kunnu manna alla unglinga kappingina einsamallir við fýra íðkarum.

Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.

Fjórða og seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður leygardagin 7. sept. tá nýtt FM í Nordisk Trap verður í Leirvík.

Úrslit
1. Marius F. Joensen
2. Tórur Fløtt
3. Jóhann Fløtt
4. Jógvan Egholm
5. Johnny á Túgvu
6. Eirikur Elisson
7. Pól Jóhannus Smith Jensen
8. Leivur Joensen
9. Hans Erik Smith Jensen
10. Mattias Eidesgaard
11. Eli Dam
12. Ragnar Skorheim

Unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam
4. Ragnar Skorheim

Øll úrslit [ Trýst her ]

Føroyameistara (FM) kappingin í OL skeet 2024 – úrslit

Kappingin byrjar leygardagin 31. august 2024 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardag liðug.

Sunnudagin 1.sept. verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 16:00 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er føroyameistarin í OL skeet 2024.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]

Føroyameistara (FM) kappingin í OL SKEET 2024

Møtitíð og staður
Leygardagin 31. august 2024 kl. 9:00 á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 1. september 2024 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 29. august 2024 kl. 20:00.

Tilmeldingar dagført 29. aug. kl. 20:00
 Jóhann Fløtt
 Jógvan Egholm
 Marius F. Joensen
 Johnny á Túgvu
 Tórur Fløtt
 Leivur Joensen (U)
 Eirikur Elisson
 Pól Jóhannus Smith Jensen
Jógvan Højgaard
 Mattias Eidesgaard (U)
 Eli Dam (U)
 Ragnar Skorheim (U)
 Hans Erik Smith Jensen

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 25. august 2023 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2024 OL-skeet finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2024. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2024.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Vinningar
FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin. 

Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.

Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.

Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2025.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, lata VBF og VBM breytinar upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her

Esmar Joensen føroyameistari í OL trap

Seinna útav fýra FM kappingum í leirdúgvuskjóting, hevur verði um vikuskifti á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum. Hesa ferð varð tað FM í OL trap sum skuldi avgreiðast.

Eftir innleiðandi umfør á 125 dúgvur, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu. Finaluna vann sjálvur formaðurin í Skjótisamband Føroya, Esmar Joensen úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Esmar varð tríggjar dúgvur frammanfyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk silvur.

Bronsuna vann 16 ára gamli Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, Bartal vann eisini unglingakappingina.

Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 31. aug. – 1. sept. tá FM í OL skeet verður. Fyrri dagur verður á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinni dagur verður sunnudagin á Sandvíkum í Tórshavn.

Úrslit
1. Esmar Joensen
2. Finn Ludvig
3. Bartal Klettheyggj
4. Jón Jacobsen
5. Johnhard Klettheyggj
6. Høgni Guldbro Jósleivsson
7. Bárður Poulsen
8. Jeppe Sommer Bruun
9. Eirikur Elisson
10. Tórur Fløtt

Unglingar
1. Bartal Klettheyggj

Øll úrslit [ Trýst her ]

 

Føroyameistara (FM) kappingin í OL trap 2024 – úrslit

Kappingin byrjar leygardagin 24. august 2024 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardag liðug.

Sunnudagin 25. august verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 15:30 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er føroyameistari í OL trap 2024.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]

Føroyameistara (FM) kappingin í OL TRAP 2024

Møtitíð og staður
Leygardagin 24. august 2024 kl. 9:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 08:30. (dómsnevnd møtir kl. 8:15 at góðkenna dúgvur)

Sunnudagin 25. august 2024 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30. (dómsnevnd møtir kl. 12:15 at góðkenna dúgvur)

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 22. august 2024 kl. 20:00.

Tilmeldingar dagførdar 22. aug. 2024 kl. 18:30

Esmar Joensen
Jeppe S. Bruun
Finn Ludvig
Høgni G. Jósleivsson
Bárður Poulsen
Eirikur Elisson
Johnhard Klettheyggj
Bartal Klettheyggj (U)
Jón Jacobsen
Tórur Fløtt

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 23. august 2024 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2024 OL-trap finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2024. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2024.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Eftir báðar kappignardagar má breytin ruddast fyri dúgvubrot.

Vinningar
FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin. 

Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.

Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.

Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2025.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her

Alex Johannesen føroyameistari í ABT

Í dag varð fyrsta útav fýra FM kappingum hjá Skjótisamband Føroya avgreidd á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík.

Kappingina vann Alex Johannesen úr Eysturskot 5 dúgvur frammanfyri teir næstu. Útav 100 dúgvum, megnaði Alex at raka 92. Næstir á listanum vóru Johnhard Klettheyggj og Finn Ludvig, báðir úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 87 dúgvum. Av tí at tað varð javnt í millum Finn og Johnhard mátti umskjóting til fyri at avgera hvør skuldi hava silvuri. Umskjótingin gjørdist sera spennandi, og ikki fyrr enn næst seinasta dúgvan í umskjótingini bleiv skotin, fór Johnhard fram um Finn við einari dúgvu, og fekk tískil silvuri, ímeðan Finn mátti taka til takkar við bronsuna.

FM kapping millum unglingar varð eisini, hesa vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 62 dúgvum. Næstur bleiv Marius Gardlykke úr Eysturskot við 50 dúgvum.

Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 24.-25. august, tá FM í OL trap verður á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.

Úrslit

  1. Alex Johannesen
  2. Johnhard Klettheyggj
  3. Finn Ludvig
  4. Høgni Guldbro Jósleivsson
  5. Jeppe Sommer Bruun
  6. Bartal Klettheyggj
  7. Esmar Joensen
  8. Bárður Poulsen
  9. Kristian johannessen
  10. Marius Gaardlykke
  11. Eirikur Elisson

Unglingar

  1. Bartal Klettheyggj
  2. Marius Gaardlykke