
WC-SH-Lonato-2025-Entry-List-by-NOC-05.06.2025


Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í EM, sum verður í Frankaríki í døgunum 25.-27 juli og 1.-3. august 2025.
Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.
OL Skeet (25/7 – 27/7)
Tórur Fløtt, SBF
Marius F. Joensen, SBF
Jógvan Egholm, VBF
OL Trap (1/8 – 3/8)
Johnhard Klettheyggj, VBM
Esmar Joensen, VBM
Bartal Klettheyggj, VBM
Hetta er aðruferð at 17 ára gamli Bartal er úttikin. Hann umboðaði Føroyar fyri fyrstu ferð í fjør í norðurlandameistara kappingini, og hevur síðani megna at hildið fast ovarlaga á styrkslistanum, til at blíva úttikin einaferð aftrat. Serliga úrslit frá kappingum uttanlands, hava gjørt at hann hevur hildið fast í høga styrkitalinum.

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 5 íðkarar at umboða Føroyar í World Cup, sum verður í Italia í døgunum 4.-14 juli 2025.
Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.
OL Trap
Alex Johannesen, EYS
Johnhard Klettheyggj, VBM
Esmar Joensen, VBM
OL Skeet
Tórur Fløtt, SBF
Pól Jóhannus Smith Jensen, SBF
Hetta er fyrstu ferð at Pól Jóhannus umboðar Føroyar á landsliðinum, seinastu árini hevur hann víst seriøsitet, og hevur so líðandi betra um úrslitini, til at hann nú fær møguleikan at umboða Føroyar á landsliðinum.
FM í OL trap sum skuldi verða vikuskifti 23-24. august, verður flutt eina viku til 30-31. august 2025.
Sí dagførdan kalendara: Kappingar 2025
Nú kunngjørt er, at einstaklinga finalur verða eftir innleiðandi umførini í F80 kappingin leygardagin 29. mars, er avgjørt at kappingin telur við í Grand Prix kappingini fyri 2025. Stigini telja eisini við í úttøkuni.
Les meira um Grand Prix kappingina her: https://skot.fo/grand-prix-kappingin-2025/

Tað hevur víst seg at verða torført, at fáa eina skipan at virka, har íðkarar fáa endurgoldið gjaldið fyri vápnakufferti yvir sponsor avtaluna millum ÍSF og Atlantic Airways, tá íðkari bíleggur ferðaseðil sjálvur, og ferðast til tiltak fyri egna rokning.
Skipanin virkar, tá tað er SkF sum bíleggur og stendur fyri ferðaseðlinum, men at bíleggja fyri íðkarar, ið ferðast fyri egna rokning, krevur størri umsiting.
Í staðin skal íðkari nú sjálvur rinda fyri kufferti, og hækkar ferðaískoyti ið SkF letur við 800,00 kr. (tað sama sum eitt vápnakuffert uml. kostar báðar vegir).
Skipanin kemur í gildið 1. Januar 2025.
Les meira her: Kunning í samband við uttanlandsferðir

Skjótisamband Føroya hevur avgjørt at úttaka landslið til tríggjar altjóða kapppingar í 2025.
ISSF World Cup Shotgun, Lonato del Garda, Italia
4 – 14. juli 2025, OL trap og OL skeet
Enn fyriliggur ikki endalig kappingarskrá nær greinarnar verða.
EUROPEAN CHAMPIONSHIP, CHÂTEAUROUX, Frankaríki
24 – 30. juli 2025, OL skeet
31 – 06. august 2025, OL trap
Norðurlendsk Meistarakappingin í Nordisk Trap 2025, Kröderen Noregi
Einaferð í august (endalig dagfesting fyriliggur ikki enn)
Úttøkan til World Cup Italia, endar 4. mai. 2025 kl. 23:59.
Úttøkan til EM Frankaríki, endar 24. mai. 2025 kl. 23:59.
Úttøkan til NM Noregi, verður kunngjørd tá kappingardagfesting fyriliggur.
Úttikið verður sambært almenna styrkslistanum á skot.fo (gamli styrkislistin í OL trap, verður brúktur til OL trap úttøkuna), og mett verður í hvørjum einstøkum førið um stødd á landsliði, grunda støði og samanseting av teimum sum liggja ovast á listanum.
Eftir at úttøkan er liðug, setir SkF seg í samband við møguligar úttiknar íðkarar, hesir skulu boða frá beinanveg, um teir koma við á landsliðið, ella ikki.
!! VÆLVILD !!
Tað hevði verði sera gott, um íðkarar sum longu nú, áðrenn at úttøkan er liðug, vita um teir koma við ella ikki, boða SkF frá hesum beinanvegin. Tí tað sparir okkum fyri nógvari óneyðugar spilltíð til umsiting og samskipan.
Les annars meira um landsliðsúttøkur hjá SkF her: [ Trýst her ]

Kappingarkalendarin fyri 2025 er nú klárur.
Størsta broytingin í mun til 2024, er at ABT verður ikki longur í Leirvík, ístaðin verður trap skotið við OL trap vinkum og ferð í Leirvík. Hetta ger at greinin nú aftur verður javnsett við OL trap í landsliðsúttøku, Føroya Cup og Grand Prix.
Frá 1. januar 2025, byrjar nýggjur styrkislisti at telja í OL trap. Hesin telur tvær tær bestu kappingarnar í Leirvík og tvær tær bestu frá Sandvíkum, umframt útlendskar kappingar. Les meira undir landsliðsúttøkur: https://skot.fo/landslidsuttokur/
Men av tí at mugu samla upp kappingar frá báðum støðum, áðrenn nýggi listin kann brúkast, verður gamli styrkislistin brúktur til og við 20. juni 2025, eftir hesa dagfesting fær nýggi styrkislistin gildi.
Einaferð fyrst í komandi árið, verður nýggi styrkislistin klárur undir hagtølum.
Úttøkan í skeet er óbroytt.
Kalendarin fyri 2025: Trýst her

Eftir at Skjótisamband Føroya fekk limaskap í altjóða Skjótisambandinum ISSF, hevur verði arbeitt í eina tíð við, at blíva limir í Evropiska Skjótisambandinum (ESC) eisini.
Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at formansskapurin í ESC hevur játta føroyskan limaskap, treyta av at aðalfundurin endaliga samtykkir tað í oktober mánað 2025.
Formansskapurin hevur samstundis játta, at okkara landslið kunnu luttaka í øllum EM kappingum, á jøvnum fóti við øll onnur lond, frá degnum í dag.
Vit í SkF fegnast um hesa fyribils góðtøku, og víðkar hetta munandi um útboði av kappingum í Evropa, sum okkara íðkarar kunnu luttaka í framtíðini.

Síðan skipa skráseting av úrslitinum frá skjótikappingum bleiv sett í verk, hevur verði talt hvussu nógvar kappingar ið íðkarar hava luttikið í.
Tveir íðkarar hava til í dag luttikið í fleiri enn 100 kappingum, teir eru Tórur Fløtt og Sámal E. Debes, men í dag rundaði enn ein íðkari 100 kappingar. Hetta hendi á ársins seinastu trap kapping, tá Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla luttók í Mikkjalsmessukappingini. Umframt at runda 100 kappingar, megnaði Finn eisini at vinna kappingina. Nr. 2 gjørdist Alex Johannesen og nr. 3 Johnhard Klettheyggj.
Finn Ludvig er samstundis fyrsti trap íðkari í Føroyum, sum rundar 100 trap kappingar.
Formaðurin Skjótisambandinum, Esmar Joensen handaði Finn eina gávu frá Skjótisamband Føroya, sum minni um dagin.