Kappingin byrjar leygardagin 17. august 2024 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru innleiðandi umførini liðug, og síðani verður finala og møguliga umskjóting, um tað er javnt um heiðursmerkjapláss.
Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]
Eftir áheitan frá VBM, hevur Skjótisambandið játta, at Mikkjalsmessukappingin sum skuldi verða 28. sept. 2024, verður framflutt eina viku til 21. sept. 2024.
Annað hvørt ár er aðalfundur í norðurlendska skjótisambandinum, Nordic Shooting Region (NSR).
Danmark hevur í løtuni formansskapin í NSR, men av tí at tað ikki hevur borið til at hildið aðalfundinum í Danmark í ár, hevur føroyska skjótisambandið bjóða seg fram, at skipa fyri aðalfundinum í Føroyum.
Hetta er nú eydnast, og vikuskifti 5-7. september verður fyri fyrstuferð NSR aðalfundur í Føroyum.
At bjóða seg fram at verða vertur fyri einum slíkum fundi, er partur av endamálinum hjá Skjótisambandinum, at verða meira virkin á altjóða pallinum, so at okkara íðkarar kunnu fáa størri avbjóðingar.
Aðalfundurin verður hildin í nýggju hølunum hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Limalondini í NSR eru: Ísland Føroyar Stóra Bretland Írland Danmark Noregi Svøríki Finland Estland Letland Litava
Møtitíð og staður Leygardagin 17. august 2024 kl. 9:00 á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.
Tilmelding Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 15. august 2024 kl. 20:00.
Tilmeldingar dagførdar 15-08 kl. 15:00:
300, Esmar Joensen 300, Johnhard Klettheyggj 100, Bartal Klettheyggj (U) 300, Høgni G. Josleivsson 300, Kristian Johannesen 300, Bárður Poulsen 300, Jeppe S. Bruun 100, Marius Gaardlykke (U) 300, Alex Johannesen 300, Finn Ludvig 300, Eirikur Elisson
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 16. august 2024 kl. 23:59.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd sambært ABT finalu reglum: Reglugerð fyri Automatic Ball Trap (ABT)
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi 75 dúgvurnar.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Vinningar FM vinnarin fær ferðasteyp og steyp til ognar, haraftrat verða heiðursmerki latin.
Unglingar kappast eisini um heiðursmerki, og peningin til patrónir og dúgvir at venja fyri.
Nr. 1. 2.000 kr. Nr. 2. 1.500 kr. Nr. 3. 1.000 kr.
Vinningurin skal brúkast áðrenn 31. desember 2025.
Í dag er føroysk ítróttarsøga skriva innanfyri skjóting, tí fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í norðurlandameistara skjótikapping.
Hetta hendi tá Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag vann silvur heiðursmerki í OL skeet greinini. Tórur vísti styrki frá byrjan, og eftir at innleiðandi dúgvurnar vóru avgreiddar, lá hann á einum fyrstaplássið, men í finaluni kláraði ein íðkari úr Finnlandi, at verða tvær dúgvur frammanfyri Tóra.
Innleiðandi tølini hjá Tóra vóru so mikið góð, at um vit samanbera úrslitið hjá honum við OL í Paris, sum bleiv avgreitt samstundis, so hevði hann einans verði tvær dúgvur frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu!
Eisini Alex Johannesen úr Eysturskot megnaði at vinna finalupláss í OL trap greinini, men í finaluni bleiv tað til eitt fimta pláss.
Leivur Joensen úr Sunda Byrsufelag luttók fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðinum, tí Skjótisambandið hevði avlagt tvey pláss til unglingar á landsliðinum í ár. Í unglinga OL skeet kappingini megnaði Leivur at vinna finalupláss, men tað bleiv eisini til eitt fimta pláss í finaluni.
Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag, Bartal Klettheyggj og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla luttóku eisini í kappingini, men teir vóru ov stuttir til at vinna finalupláss.
Jón Jacobsen og Jóannis Joensen virka sum venjarar og ferðaleiðari.
Hetta vikuskifti luttekur føroyska landsliðið í skjóting, í norðurlendska meistaraskapinum í Danmark. Vit hava umboð í OL trap og OL skeet.
Í dag eru fyrstu 75 dúgvurnar útav 125 innleiðandi avgreiddar. Best gekk hjá Tóra Fløtt, sum rakti 72 dúgvur, hetta er nokk til at liggja á einum deildum fyrsta plássi í OL skeet kappingini.
Alex Johannesen rakti 70 dúgvur, og liggur á einum deildum fjórða plássi í OL trap kappingini.
Í morgin verða seinastu 50 dúgvurnar innleiðandi skotnar, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir víðari til finaluna.
OL trap 70, Alex Johannesen 59, Johnhard Klettheyggj 52, Bartal Klettheyggj (unglingur)
Nú skal tað altíð takast fyrivarni, sum t.d. veður vindur og umstøður annars, tá man samanber úrslit í leirdúgvuskjóting. Men akkurát líka sum okkara íðkarar skutu fyrstu 75 innleiðandi dúgvurnar í dag, gjørdu heimsins bestu íðkarar júst tað sama í dag á OL í Paris.
Við einum úrslitið á 72, hevði Tórur verði bara eina dúgvu frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu !
Í dag skipaði Vestmanna Byrsufelag fyri Syftusøkukappingini. Hetta varð samstundis skeet kapping nummar 100, sum Sámal E. Debes úr Sunda Byrsufelag luttekur í, síðan skipa skráseting av úrslitum bleiv av skjótikappingum í Føroyum.
Sámal hevur umboða Føroyar á oyggjaleikum, har hann saman við Tóra Fløtt og Marius F. Joensen hevur vunnið tvey gull heiðursmerki í skeet liðkappingini, og tað eyðmerkir Sámal, at hann tekur skjótiítróttin í størsta álvara. Fyrireikingarnar eru altíð í hásæti, hvørjaferð hann trýnir inn á skjótipallin. Eisini er Sámal skjótur at læra frá sær, um hann sær okkurt ið aðrir íðkarar gera skeivt.
Sum minnið um dagin, handaði Skjótisamband Føroya Sámal eina gávu.
Úrslit frá Syftusøkukappingini og Jóansøkukappingini í OL trap, sum eisini varð skipa av Veiðifelagnum Byrsumúla í dag, síggjast undir hagtøl.
Vegna verkfall hevur Skjótisamband Føroya játta, at Summarkappingin sum SBF skipar fyri komandi vikuskifti tann 15. juni, verður flutt til leygardagin tann 6. juli.
Um verkfalli endar næstu dagarnar, so verður kappingin sum ætla tann 15. juni.
Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini sum verður í Danmark í døgunum 31. juli til 3. august 2024. Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.
OL Trap Alex Johannesen, EYS Johnhard Klettheyggj, VBM Bartal Klettheyggj, VBM