Nú er klárt at tilmelda teg til ISSF venjara D-skeiðini. (sí grein longri niðri á síðuni)
Skráset teg við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Nú er klárt at tilmelda teg til ISSF venjara D-skeiðini. (sí grein longri niðri á síðuni)
Skráset teg við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Nordisk Trap kappingin sum Eysturskot skuldi skipa fyri tann 18. mai, er flutt til 8. juni 2024.
ISSF hevur í verksett eina nýggja skipan til útbúgving av skjótivenjarum.
Heimasíðan við lýsing av skeiðinum er komin, og í juni mánað verður gjørligt at tilmelda seg.
D og C skeiðini eru á netinum, og limir í limafeløgum í Føroyum kunnu tekna seg til skeiðini, tá tilmeldingin letur upp.
Prísurin á D og C skeiðinum er 490 euro pr. stk. men hevur Skjótisambandið avgjørt, at rinda eitt ískoyti á 100 euro fyri hvønn føroyskan lim sum teknar seg. So prísurin verður 390 euro pr. skeið.
Leinkjan til heimasíðuna:
https://www.issf-academy.com/

Sum kunnugt, eru Føroyaleikir 2024 avlýstir. Allar skotkappingarnar sum standa á kappingarkalendarnum fyri Føroyaleikir 2024, verða tískil tiknar av skránni fyri 2024.
Tó hevur VBM ynski um at skipa fyri eini kapping í English Skeet sama vikuskifti, og hevur starvsnevndin játta hesum.
Víst verður tískil til VBM viðv. kappingini í English Skeet, sama vikuskifti sum Føroyaleikir skuldu verða.


Á hvørjum árið letur Perazzi ein part av teirra yvirskoti, út aftur sum gávu til skjótiítróttin. Í ár hava teir valt at lata hesa gávu til Føroyar.
Vit í Skjótisambandinum eru sera glað um gávuna, og hava valt at gera eitt lutakast í millum allar íðkarar, sum hava luttikið í skjótikapping í Føroyum seinastu 5 árini.
Vinningurin er ein ferð úr Føroyum aftur og fram til Perazzi verksmiðjuna í Brescia, Italia. Har tú gistir á einum 5 stjørna gistingarhúsið í eina viku, og ferðast til verksmiðjuna, í meðan ein nýggj byrsa eftir egnum ynski, verður snikka til tín – sjálvandi alt ókeypis.
Byrsuna fær tú til Føroyar eftir OL seinni í ár, tí OL gull vinnararnir í trap og skeet skulu signera byrsuna, áðrenn tú fær hana.
Ynskir tú at verða við í lutakastinum um hesa gávu, trýstur tú á leinkjuna niðanfyri, og skrásetir teg við navnið og telduposti.
[ Trýst her ]

Norðurlendska meistara heiti verður í Danmark tann 31. juli til 4. august 2024.
Úttiknir verða 6 íðkarar, sum skulu umboða Føroyar í OL-trap og í OL-skeet (3 í hvørjari grein).
Úttøkan til landsliðið endar tann 2. juni 2024 kl. 23:59, eftir hetta skal íðkari boða frá beinanveg, um hann kemur við ella ikki.
Úttikið verður eftir styrkislistanum sum liggur undir Hagtøl.
Úttøku reglar fyri landslið [ Trýst her ]
Heimasíðan hjá NSR [ Trýst her ]

Starvsnevndin hevur sambært vegleiðing ásett, at íðkari sum verður úttikin á eitt landslið hjá SkF, skal rinda eitt egingjald á 1.000,00 kr. pr. tiltak hann verður úttikin til.
Gjaldið kemur í gildið beinanveg, og úttøkureglarnar eru dagførdar samsvarandi [ Trýst her ]

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur fingið fráboðan frá fyriskiparanum av oyggjaleikinum á Orknoyggjunum 2025, at skjótingin er tikin av skránni fyri oyggjaleikir í 2025.
Síðan oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985, hevur skjóting verði við á øllum leikum, og er hetta tískil fyrstu ferð í oyggjaleika søguni, at skjóting ikki er á skránni.
Vit harmast sera nógv um hesa avgerð, tí okkara íðkarar hava staði seg sera væl seinastu leikirnar, umframt at fráboðanin kemur so seint, tí vit hava brúkt fitt av tíð, at lagt til rættis nýggjan úttøkuleist til leikirnar í 2025.
Hóast hetta er ein hvøkkur fyri føroyska ítróttarskjóting, so bróta vit upp ermar og spýta í lógvarnar, og eru klár at skipa fyri skjóting aftur í 2027, tá oyggjaleikirnir koma heim aftur til Føroyar.
Les meira um avgerðina her:

Nýggju styrkslistarnir eru nú klárir, teir liggja undir hagtøl á skot.fo ella við at trýsta her
Listarnir verða dagførdir sjálvvirkandi, 1 ár aftur frá dags dato.
ABT styrkislistin byrjar við fyrstu ABT kapping í Leirvík í 2024.
Send teldupost til skot@skot.fo um tit síggja okkurt sum er skeivt.

Kappingarkalendarin fyri 2024 er nú klárur.
Ongantíð áður hava tað verði so nógvar kappingar á einum kappingarkalendara hjá Skjótisambandinum, og m.a. verður fyrstu ferð skipa fyri FM í Nordisk Trap (NT) og Automatic Ball Trap (ABT).
Samlaða kappingartalið er:
Olympiskt Trap (OT) 8
Olympiskt Skeet (OS) 11
Automatic Ball Trap (ABT) 6
Nordisk Trap (NT) 5
English Skeet (ENS) 1
Kappingarreglar í Føroya Cup, FM og Grand Prix eru eisini dagførdar.
Allar landsliðsúttøkur verða hereftir í tí greinini tikið verður út til. Tað merkir, at um til dømis verður úttikið landslið at luttaka í ABT á oyggjaleikum 2025, so er tað styrkislistin í ABT, sum avgerð hvør verður úttikin at umboða Føroyar í ABT. Væntandi verða styrkislistarnir klárir áðrenn F80 kappingina í 2024.
NSR verður í Danmark tann 31.juli til 4. august 2024. Avgjørt er at taka eitt landslið við trimum íðkarum í OL skeet og trimum íðkarum í OL trap. Henda úttøka endar eina viku áðrenn nøvnini skulu verða inni – sum er 1. juli 2024. Úttøkan endar sostatt 23. Juni 2024 kl. 23:59.
Vit síggja fram til eitt spennandi og hendingaríkt ár í 2024.
Kappingarkalendari fyri 2024: [ Trýst her ]
Kappingarreglar í FM, FC og GP: [ Trýst her ]
Landsliðsúttøka: [ Trýst her ]