Reglugerð fyri landsliðsúttøku til altjóða ISSF kappingar

Landsliðið
Málið er at úttaka tríggjar íðkarar í hvørjari skjótigrein, men SkF tilskilar sær rætt at úttaka færri ella fleiri íðkarar, sum ikki eru í top 3.

Íðkari sum verður úttikin, skal verða limir í føroyskum skjótifelag undir SkF, og hava síni
limaviðurskifti í ordan.

Íðkari skal hava vant regluliga í Føroyum, og luttikið regluliga í skjótikappingum í Føroyum.

Úttøka
3 tær bestu kappingar í fyrstu 3 umførunum + tvær tær bestu Grand Prix kappingarnar telja við í úttøkuni.

Miðal tøl verða brúkt, tá tikið verður út.

Dømi:

Íðkari A
Fyrstu 3 umførini frá 3 teimum bestu kappingum: 65 + 66 + 70 = 201 -> 67,0 í meðal
Bestu tvær GP kappingarnar: 7 + 7 = 14 -> 7 í meðal.
Úttøku tal: 74,0

Íðkari B
Fyrstu 3 umførini frá 3 teimum bestu kappingum: 66 + 65 + 69 = 200-> 66,6 í meðal
Bestu tvær GP kappingarnar: 5 + 4 = 9 -> 4,5 í meðal
Úttøku tal: 71,1

Stendur á jøvnum, verður raðfest hvør er fremst:

1. Hvør hevur hægsta tal av Grand Prix stigum.
2. Hvør hevur 1. hægsta tal av fyrstu trimum umførinum.
3. Hvør hevur 2. hægsta tal av fyrstu trimum umførinum.
4. Hvør hevur besta umfar frá besta niður til ringasta umfar (9 umfør).

Tá tað stendur á jøvnum, telja bert kappingar við, sum telja við í úttøkutalinum.

Kappingar uttanlands
Ein almenn útlendsk kapping kann telja við. Almenn merkir, at allir føroyskir íðkarar hava havt sama møguleika, at luttaka í somu kappingini við líka fortreytum.

OL-skeet og OL-trap kappingar telja við treytaleyst, um tær verða skotnar eftir galdandi ISSF reglum.

Aðrar kappingar, kunnu telja við, um tær verða skotnar í minsta lagi eftir somu reglum, sum OL-trap og OL-skeet. Eru ivamál, er tað ábyrgdin hjá íðkaranum at prógva hetta.

Tá útlendska kappingin er liðug, skal avrit av tølunum beinanvegin sendast til skot@skot.fo. Tøl sum ikki verða fráboðað innan 14 dagar eftir at kappingin er liðug, telja ikki við í úttøkuni.

Útlendskar kappingar telja ikki við sum Grand Prix kappingar.

Úttøku tíðarskeið
Landsliðið verður úttikið 60 dagar áðrenn fyrsta kappingardag í skjótigreini tikið verður út til. Hugt verður tá eftir úrslitinum 1 ár aftur eftir.

Er talan um eina fleir daga kapping, sum umskarar byrjanina ella endan av tíðarskeiðinum, er tað seinasti kappingardagurin, sum verður brúktur at avgerða um kappingin fellur innanfyri ella uttanfyri úttøku tíðarskeiði.

Avboð
Íðkari sum verður úttikin til landsliðið, skal boða frá í seinasta lagi 2 dagar aftaná at úttøkan er liðug, um hann kemur við ella ikki kemur við. Eftir hetta er plássið bindandi, og endurgjald kann krevjast av íðkara, um viðkomandi meldar avboð í úrtíð, uttan haldgóða grundgeving.

Tá avboð er, tekur SkF støðu til um annar íðkari verður úttikin ella ikki.

Patrón og dúgvustuðul
Landsliðsíðkari fær upp til 10 umfør at venja fyri um vikuna. Stuðulin byrjar tá íðkari boðar frá, at hann kemur við til kappingina hann er úttikin til. Trap íðkari fær haraftrat 3 pakkar (75 stk.) til eyka skot.

Tað verður ikki góðtikið, at íðkari tekur allan stuðulin í einum, men heldur so hvørt hann eru á breytini og venur.

Ikki brúktur stuðul, fellur aftur til SkF.

Íðkari sum verður úttikin, skal venja regluliga saman við restini av landsliðinum, eftir at viðkomandi er úttikin. Undantak kann gerast, um íðkari hevur haldgóða grundgeving.

Íðkari sum verður úttikin, skal luttaka í øllum kappingum hjá SkF, eftir at hann er úttikin. Undantak kann gerast, um íðkari hevur haldgóða grundgeving.

Búnar og stuðlar
Tá lansliðið venur, ferðast ella luttekur í sjálvari kappingini, eigur SkF lýsingarrættindini til allar sjónligar búnar hjá íðkara. T.d. troyggju, buksur, frakki, skjótivest, kepp o.l.

Íðkari skal brúka búna hjá SkF, um hann fær boð um tað.

Íðkari skal verða tøkur treytaleyst, at møta til lýsingarátøk, miðling ella samrøður í samband við luttøkuna.

Kunning í samband við uttanlandsferðir
Treytirnar í samband við uttanlandsferðir, eru eisini galdandi fyri altjóða úttøku
[ Trýst her ]

Endin
Eftir at kappingin er avgreidd, verður landsliðið upployst, og nýtt landslið úttikið til næstu altjóða kappingina.

Samtykki
Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, umvegis Messenger tann 2. juni 2021.