Benjamin Thomassen úr Veiðifelagnum Byrsumúla

Fjórði filmur í røðini um føroyska ítróttarskjóting, er ein samrøða við 26 ára gamla Benjamin Thomassen, úr Veiðifelagnum Byrsumúla úr Tórshavn.

Trygd í samband við skjóting er sera týðandi, og vápnatrygdarskeið verða regluliga boðin út í samstarvið við skjótibreytirnar í Føroyum. Á einum av hesum skeiðum luttók Benjamin, og eftir at hava tikið verkliga partin av skeiðinum á skjótibreytini, fekk hann kunnleika til ítróttarskjóting, og byrjaði av álvara at íðka ítróttin.

Í 2020 hevði Benjamin ein av sínum heilt góðu døgum í Simme Cup, har tað eydnaðist honum heilt óvænta, at vinna sjálva Simme Cup kappingina, sum er í millum 6 teir fremstu skjúttarnir í kappingini.

Skjótisamband Føroya hevur eina stuðulsskipan til nýggjar og ungar úrvalsskjúttar, har teir kunnu fáa hjálp frá sambandinum til venjing. Benjamin er ein av skjúttunum, ið hevur notið gott av hesi skipan, og kann úrslitið í Simme Cup kanska síggjast aftur í hesi skipan.

Seinasta tíðina hevur Benjamin verðið uttanlands í sjúkraørindum. Vit í Skjótisambandinum ynskja tær góðan bata, og gleða okkum at síggja teg aftur á skjótibreytini.