Starvsnevndin avgjørdi á starvsnenvdarfundi tann 23. februar 2022, at hereftir verður ongin áminning um at brúka óbrúkt gávukort, send til vinnarar av gávukortum, tá tey eru um at ganga út. So hereftir er tað upp til vinnaran sjálvan, at halda eyga við at fáa óbrúkt gávukort brúkt, áðrenn tey ganga út 31. desember.
Óbrúkt gávukort fella aftur til SkF, um tey ikki verða brúkt innan útgongu dagfestingina.
Um vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya avgreitt seinastu FM kappingina á hesum sinni.
Kappast hevur verði í OL skeet, og byrja bleiv leygardagin við innleiðandi umførunum í Vestmanna, og sunnudagin blivu seinastu innleiðandi umførini, umframt finalurnar avgreiddar á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag vísti styrki frá byrjan, og í innleiðandi umførunum, semifinalu og finalu varð hann fremstur alla tíðina. Í finaluni megnaði hann at verða 7 dúgvur frammanfyri nummar tvey, sum varð Jóannis Joensen úr sama felag. Bronsuna vann Tórur Fløtt eisini úr Sunda Byrsufelag. Hesir tríggir skulu eisini umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í skeet, sum verður í Kroatia um ein stóran mánað ella so.
Bert Jóhann Fløtt úr Sunda Byrsufelag luttók í unglinga kappingini, sostatt vann hann unglinga kappingina uttan mótstøðu. Hetta er samstundis seinasta árið, at Jóhann er unglingur, næsta ár rykkir hann upp í vaksna bólkin.
Úrslit 1. Marius Fríðálvur Joensen 2. Jóannis Joensen 3. Tórur Fløtt 4. Jóhann Fløtt 5. Johnny á Túgvu 6. Benjamin Thomassen 7. Sámal Eyðstein Debes 8. Jógvan Egholm 9. Herleif hammer 10. Marjus Debes 11. Pól Jóhannus Smith Jensen 12. Ingolf Debes 13. Jógvan Højgaard
Kappingin byrjar leygardagin 27. august 2022 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru innleiðandi umførini liðug.
Sunnudagin 28. august verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 16:30 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er føroyameistari í skeet 2022.
Filmsbrot tá lutakastið verður gjørt: [ Trýst her ]
Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]
Í samband við landsliðsluttøku, hevur SkF í kvøld eftir áheitan frá Veiðifelagnum Byrsumúla, játta at Mikkjalsmessukappingin verður flutt eina viku aftur, frá 24. sept. til 17. sept.
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 250 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 26. august 2022 kl. 23:59.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 8 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2022 OL-skeet finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Makkarakappingini, Føroya Cup 2022, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2022.
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Finalurnar verða avgreiddar við flash dúgvum.
Vinningar Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Venjing Í vikuni upp til FM, letur VBF og VBM breytinar upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.
Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her
Alex Johannesen úr Eysturskot vísti aftur í dag, at hann er besti trap íðkari í Føroyum í løtuni. Farna vikuskifti vann Alex Johannesen úr Eysturskot FM í American Trap, og í dag vann hann FM í OL Trap.
Hetta er fyrstu ferð at skipa er fyri FM í OL Trap í Føroyum, tí ongin OL trap breyt hevur verði í landinum, men eftir at breytin á Sandvíkum í Tórshavn bleiv uppstiga, er gjørligt at skipa fyri FM í OL Trap.
Eftir innleiðandi umførini varð tað Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum varð fremstur, men í finaluni bleiv Finn tvær dúgvur aftanfyri Alex. Bronsuna vann Per S. Hansen úr Eysturskot, sum vísti finalu styrki, og megnaði at betra eitt 8. pláss innleiðandi, til eitt 3. pláss.
Við FM sigrunum, tryggjaði Alex sær eisini nóg mikið av stigum, til at vinna 2022 Grand Prix kappingina í Trap, sum Skjótisambandið skipar fyri.
Sjálvur sigur Alex, at orsøkin til góðu úrslitini, er miðvís venjing fram í móti, at blíva úttikin og umboða Føroyar í altjóða skjótikappingum. Eftir at skjótisambandið fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF.
Unglingina kappingina vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla aftur í dag, Bartal vann eisini unglingina kappingina farna vikuskifti. Silvuri vann Hákun G. Heinesen, og bronsuna vann Kári Báraldsson, báðir eru úr Eysturskot. Aftrat at vinna unglinga kappingina, varð Bartal eisini við í sjálvari FM semifinaluni, men her varð hann ov stuttur at vinna sær eitt finalu pláss.
Seinasta FM kappingin á hesum sinnið, verður komandi vikuskifti 27-28 august, tá FM í skeet verður á skránni. Byrja verður á skjótibreytini hjá VBF í Vestmanna, og síðani verða seinastu innleiðandi umførini og finalurnar avgreiddar á breytini hjá VBM á Sandvíkum.
Tilmelding til hesa kapping er á skot.fo
Úrslit 1. Alex Johannesen 2. Finn Ludvig 3. Per S. Hansen 4. Carsten Joensen 5. Jón Jacobsen 6. Esmar Joensen 7. Bartal Klettheyggj 8. Johnhard Klettheyggj 9. Oddmar Dam 10. Hákun G Heinesen 11. Jeppe Sommer Bruun 12. Jóhannus Kristmundsson 13. Djóni Lava Olsen 14. Høgni Guldbro Jósleivsson 15. Sigurd Rasmussen 16. Torkil E. Ternustein 17. Kári Báraldsson 18. Áslakur Johannesen
Kappingin byrjar leygardagin 20. august 2022 kl. 9:00. Uml. kl. 13:00 eru innleiðandi umførini liðug.
Sunnudagin 21. august verður byrja kl. 13:00 við seinastu innleiðandi umførunum. Uml. kl. 16:30 byrja finalurnar, og ein tíma seinni er greitt hvør er fyrsti føroyski føroyameistarin í OL trap í Føroyum.
Filmsbrot tá lutakastið verður gjørt: [ Trýst her ]
Beinleiðis dagføring við úrslitinum verður her: [ Trýst her ]
Møtitíð og staður Leygardagin 20. august 2022 kl. 9:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 08:30. (dómsnevnd møtir kl. 8:15 at góðkenna dúgvur)
Sunnudagin 21. august 2022 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30. (dómsnevnd møtir kl. 12:15 at góðkenna dúgvur)
Tilmelding Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 18. august 2022 kl. 20:00.
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 250 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 19. august 2022 kl. 23:59.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 8 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2022 OL-trap finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Makkarakappingini, Føroya Cup 2022, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2022.
Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Finalurnar verða avgreiddar við flash dúgvum.
Vinningar Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum. Tá hetta er fyrsta FM kapping á OL trap breyt, verður eisini nýtt ferðasteyp lati til kappingina.
Venjing Í vikuni upp til FM, letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.
Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her
FM í American Trap varð avgreitt á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík í dag.
Kappingina vann Alex Johannesen úr Eysturskot, men tað varð bert eina dúgvu frammanfyri evnaríka og bert 14 ára gamla Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Alex fekk 23 í finaluni, og Bartal fekk 22.
Bronsuna vann Høgni Guldbro Jósleivsson úr Eysturskot. Hetta er fyrstu ferð at Høgni fær heiðursmerki í sterkasta bólkinum í leirdúgvuskjóting.
Eftir innleiðandi umførini, varð tað annars heilt óvænta Jóhannus Kristmundsson úr Eysturskot sum lá á fremsta plássið, men í semifinaluni gekk ikki líka gott, so hann endaði á einum 7. plássi samanlagt.
Unglinga kappingina vann Bartal Klettheyggj, frammanfyri Hákun G. Heinesen. Bronsuna vann Jóhann Fløtt, sum vanliga ikki plagar at luttaka í trap kappingum, men satsar meira upp á skeet kappingarnar.
Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 20-21. august á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, tá FM í OL trap verður avgreitt. Tilmelding til hesa kapping kemur út á skot.fo seinni í kvøld.
Úrslit 1. Alex Johannesen 2. Bartal Klettheyggj 3. Høgni Guldbro Jósleivsson 4. Oddmar Dam 5. Johnhard Klettheyggj 6. Jónstein Johannesen 7. Jóhannus Kristmundsson 8. Esmar Joensen 9. Hákun G Heinesen 10. Jón Jacobsen 11. Jóhann Fløtt 12. Sigurd Rasmussen
Unglingar 1. Bartal Klettheyggj 2. Hákun G Heinesen 3. Jóhann Fløtt