Møtitíð og staður Leygardagin 31. august 2019 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 1. september 2019 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30
Tilmelding Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 29. august 2019 kl. 20:00.
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-trap finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2019, og í úttøkuni til NSR 2020. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2019.
Vinningar Umframt heiðursmerki og steyp, verða penga vinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Sí annars treytir v. m. fyri FM 2019 her: Trýst her
Vinarliga Skjótisamband Føroya Esmar Joensen, formaður
Á Tórshamar Open 2019, valdi Skjótisamband Føroya at heiðra Sjúrða Knudsen, fyri hansara tíð sum formaður í Skjótisamband Føroya.
Sjúrður sat sum formaður í 4 ár, frá 2014 til 2018, og úr rúgvuni av avrikum kunnu m.a. nevnast:
– Gestalimaskapur í Nordic Shooting Region – Føroya Cup – Venjingarlega á KFK – Skjótivegleiðara útbúgving – Beinleiðis dagføring av úrslitum á netinum – Eyka FM vinningar – Nýtt búmerki til SkF
Esmar Joensen, núverandi formaður í Skjótisamband Føroya, handaði Sjúrða eina gávu úr føroyskum gróti, sum takk og minni um tíðina, hann sat sum formaður í Skjótisamband Føroya.
Nú oyggjaleikirnir eru lidnir, er næsta gularót hjá føroysku leirdúgvuskjúttunum longu klár.
Skjótisamband Føroya hevur fingið tilsøgn frá Nordic Shooting Region (NSR), at Føroyar sleppur aftur at luttaka sum gestaskjúttar, í norðurlendska meistarar heitinum, sum verður í Finnlandi 2020.
Í hesum sambandið eru reglar gjørdar fyri, hvør skjútti verður úttikin til landsliðið í leirdúgvuskjóting, at umboða Føroyar í NSR 2020.
Nú styttist av álvara, til at oyggjaleikirnar á Gibraltar verða settir í gongd leygardagin 6. juli.
Sambært skránni, er fyrsta skjótikappingin avgreidd sunnudagin, tá liðkapping í skeet er liðug.
Skjótisamband Føroya fer, sum tað liggur fyri, at senda beinleiðis dagføringar av úrslitinum á Facebook síðuna hjá Skjótisambandinum. Vit royna at gera tilfarið alment, so tey ið ikki hava Facebook profil, eisini kunnu fylgja við.
Í dag, leygardagin 22. Juni 2019, hava seinastu kappingarnar innan oyggjaleikirnir á Gibraltar verðið.
Skjótibreytin í Vestmanna, hjá Vestmanna Byrsufelag, varð karmur um Syftisøkukappingin í skeet, og skjótibreytin á Sandvíkum, hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, varð karmur um Jóansøkukappingina í trap.
Í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava samstarvað um, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.
Tað kunnu vera tær smáu, einføldu gerðirnar, sum gera munin. Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.
Faldarin kann skapa enn betur grundarlag hjá feløgunum at draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp.
Nú fólkatingsval stendur fyri durum, vil Skjótisamband Føroya minna á, at vit í Føroyum framvegis ikki hava eitt altjóða viðurkent vápnapass, líka sum okkara grannalond hava.
Á sama hátt, sum føroyingar í dag kunnu hava reytt ES-pass, vildi upplagda loysnin fyri skjótiítróttina verið, at okkara ítróttaskjúttar eisini fingu ES-vápnapass. Til hetta krevst eitt politiskt arbeiði mótvegis donskum myndugleikum, at fáa góðkent okkara vápnalóg og trygdarskeið viðvíkjandi byrsum ájavnt við ta donsku.
Hetta eigur ikki at vera nakar trupulleiki, síðan vápnalógin er broytt, og flestu okkara skjúttar umframt vápantrygdarskeið, eisini hava staðið donsku instruktørútbúgvingina í skjóting. Tað er bakvent hjá okkara fólkum, at ferðast uttanlands við vápnum, einum reyðum ES-passi, men ongum vápnapassi, og har man so skal greiða frá, at man er danskur ríkisborgari við ES-passi, men at Føroyar ikki hava nakað slíkt vápnapass, hvørki ES ella føroyskt.
Tað gongur so dánt at greiða frá hesum, tá vit ferðast til Danmarkar, men óvissan er munandi størri, um vit skulu fara longur. Tað er heldur ikki ókent, at fleiri av okkara ítróttarfólkum illa tora at fara til kappingar longur burturi, tí vandin er at tú verður steðgaður og missir vápnið.
Ein skipan við ES-vápnapassi gevur rætt til at ferðast við byrsuni í Evropa. Tað kundi eisini lætt munandi um umsitingina, tí so eigur ikki at vera neyðugt við ”útflutningsloyvi” hvørja ferð, men ístaðin við einari fráboðan um, at farið verður uttanlands við vápni á sama hátt, sum okkara lagsbrøður í grannalondunum gera, tá teir ferðast til kappingar uttanlands.
Skjótisamband Føroya fer tískil at heita á valevni til fólkatingsvalið, um at arbeiða fyri at fáa meira skipað viðurskifti í sambandi við skjótikappingar uttanlands.
At hesi viðurskifti eru greið, vælskipað og uttan størri ivamál, hevur alsamt størri týdning, tí tað gerst alsamt truplari at ferðast við vápnum, soleiðis sum heimurin hevur lagað seg seinnu árini.
Um tað ikki ber til at vinna okkara skjúttum rætt til ES-vápnapassið, eiga tað at verða tikin stig til at fáa gjørt eitt viðurkent føroyskt “vápnapass”, har legitimatión og eyðmerking av einstaka vápninum framgongur týðiliga.
Vinarliga vegna Skjótismaband Føroya Esmar Joensen Formaður