Author Archives: Esmar Joensen

Eykaaðalfundur í Skjótisamband Føroya

Eyka aðalfundur verður í Skjótisamband Føroya týsdagin tann 23. oktober 2018 kl. 19:00. Fundurin verður í hølunum hjá ÍSF í Tórshavn.

Á skrá eru lógarbroytingarnar, sum vóru umrøddar á árliga aðalfundinum í summar, umframt ásetan av limagjaldið í Skjótisambandið Føroya.

Niðanfyri sæst fundarskrá, umframt avrit av viðtøkunum fyri Skjótisamband Føroya, við lógarbroytingum at samtykkja á eykaaðalfundinum.

Vegna Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen
Formaður

Fundarskrá fyri eykaaðalfund í Skjótisamband Føroya tann 23okt2018

Lóg SkF’s – broyting til eykaaðalfund

Føroyameistaranir í leirdúgvuskjóting funnir

Farna vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya, skipað fyri FM í leirdúgvuskjóting á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappast bleiv í skjótigreinunum trap og skeet, og byrjað varð at skjóta innleiðandi umførini leygardagin, og síðani seinastu innleiðandi umførini umframt finalur, sunnudagin.

Leygardagurin varð eisini seinasti kappingardagurin í FM liðkappingini í ár, og úttøkuni til føroyska brutto landsliðhópin, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.

22 skjúttar luttóku í kappingini, og úrslitini frá 1,2 og 3 blivu hesi:

Skeet – einstaklingar
1. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
2. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Magni Dam, Sunda Byrsufelag

Trap – einstaklingar
1. Alex Johannesen, Eysturskot
2. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
3. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
Við sigrinum vann Alex Johannesen FM ferðasteypi frá 2009 til ognar.

Skeet – unglingar
1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
2. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Benjamin Thomassen, Veiðifelagið Byrsumúli

Skeet – liðkapping
1. Sunda Byrsufelag A
2. Sunda Byrsufelag B
3. Veiðifelagið Byrsumúli A

Trap – liðkapping
1. Veiðifelagið Byrsumúli A
2. Eysturskot A
3. Veiðifelagið Byrsumúli B

Skeet – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
– Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
– Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
– Sámal Debes, Sunda Byrsufelag
– Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag
– Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Veiðifelagið Byrsumúli
– Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag

Trap – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
– Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
– Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
– Alex Johannesen, Eysturskot
– Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli
– Esmar A. Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli
– Petur Skeel Dahl, Veiðifelagið Byrsumúli

Bruttohópurin skal fyrst í komandi árið, kappast um endaligu tvey plássini í hvørji grein.

Øll úrslitini síggjast niðanfyri.

FM – einstaklingar
https://goo.gl/HPK3tv

FM – lið
https://goo.gl/MvcBRN

Úttøka til Gibraltar 2019
https://goo.gl/xxw75U

Føroya Cup 2018
https://goo.gl/xdyysv

Føroyameistara (FM) kappingin í SKEET og TRAP 2018

SKEET – møtitíð og staður

Leygardagin 1. september 2018 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum (dagf.). Skjúttar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 2. september 2018 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30

TRAP – møtitíð og staður

Leygardagin 1. september 2018 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 2. september 2018 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30.

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 30. august kl. 20:00.

Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18 í hvørji grein. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skjúttarnir valdir út eftir styrkislistanum, við at hyggja at trimum teimum bestu úttøkukappingunum í kappingarárinum.

Prísur

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Kappingin

Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í hvør síni grein, í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet og ISSF OL- trap reglum.

Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.

Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini, og úttøkuni til bruttohópin til Oyggjaleikir á Gibraltar 2019. Fyrri dagurin, er eisini næst seinasti dagurin í Føroya Cup 2018.

Vinningar

Umframt heiðursmerki og steyp, verða penga vinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Í einstaklinga FM kappingini eru vinningarnir soleiðis:

1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.

Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingum. Skjútti er unglingi til hann fyllir 26 ár.

Vinningarnir í einstaklinga kappingini skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.

Í lið FM kappingini eru vinningarnir soleiðis:

1. Lið vinningur: 750,00 kr. pr. skjútta á liðinum
2. Lið vinningur: 500,00 kr. pr. skjútta á liðinum
3. Lið vinningur: 250,00 kr. pr. skjútta á liðinum

Liðvinningarnir skulu nýtast til eitt sosial tiltak fyri liðið (t.d. út at eta á eini matstovu).

Pengavinningar í einstaklingar kappingini og liðkappingini í 2018, skulu verða brúktir í seinasta lagið 31. des. 2019.

Listi við tilmeldingum sæst her: https://goo.gl/3p7qgF

Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður

Copenhagen Grandprix 2018

Farna vikuskifti, luttóku 11 føroyskir leirdúgvuskjúttar í altjóða skjótikapping á Amager í Keypmannahavn.

Kappingin vardi í tveir dagar. Fyrra dagin bleiv skotið um kvalifikatión til teir ymsu bólkarnar, og seinna dagin, bleiv skotið um at koma í bólka finalurnar.

Tað eydnaðist Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag at kvalifisera í elitu bólkin og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla at kvalifisera í A-bólkin. Her skuldu teir kappast við skjúttar, sum hava OL og heimsmeistara støðið, men tá seinastu dúgvurnar skuldu skjótast, vóru teir akkurát ov stuttir at vinna seg í finaluna.

Føroyingar fingu tríggjar skjúttar í A finaluna í skeet, og her eydnaðist tað Jóanis Joensen úr Sunda Byrsufelag, at fáa eitt annað pláss.

Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag, hevði ikki ein av sínum bestu døgum fyrra dagin, men seinna dagin vísti hann rættuliga styrki, og endaði við at vinna B finaluna í skeet.

Í trap gekk ikki líka gott sum í skeet, ein orsøk til at úrslitini i í trap ikki vóru líka góð, er at kappast bleiv á eini OL trap breyt, sum ikki finst í Føroyum í dag. Skjúttarnir í trap høvdu tískil ikki havt høvið, at vant OL trap áðrenn kappingina. OL trap breyt í Føroyum, er eitt krav, um tú skal gera teg galdandi uttanfyri Føroyar í trap skjóting í dag.

Úrslitini hjá føroyingunum í Copenhagen Grandprix 2018.

Skeet – Elitu bólkur
12. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag

Skeet – A bólkur
2. Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag
5. Sámal Debes, Sunda Byrsufelag
6. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
16. Gunnar S. Knudsen, Veiðifelagið Byrsumuli

Skeet – B bólkur
1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
18. Gunnar Joensen, Sunda Byrsufelag

Trap – A bólkur
14. Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli

Trap – B bólkur
5. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
10. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
16. Esmar Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli

Hálvi føroyingurin Emil Kjeldgaard Petersen, sum í fjør gjørdist junior heimsmeistari, endaði á einum øðrum plássi í elitu bólkinum í skeet.

Uml. 110 skjúttar úr Danmark, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki luttóku í kappingini, og kappingin varð skipað eftir einum leisti, har øll kundu verða við. Yngsti luttakari varð ein 15 ára gomul genta, sum gav royndum elitu skjúttum harða kapping.