Byrja verður at skjóta leygardagin tann 22. august kl. 9:00.
Sí úrslit her: [ Leinkja ]

Møtitíð og staður
Leygardagin 22. august 2020 kl. 9:00 á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 23. august 2020 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her <<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 20. august 2020 kl. 20:00.
Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2020, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2021. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2020.
Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Sí annars treytir v. m. fyri FM 2020 her: Trýst her
Listi við tilmeldingum: Trýst her
Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður

Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting.
Í finaluni megnaði Jón at skjóta 43 dúgvur, sum vóru 7 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum varð Alex Johannesen úr Eysturskot.
Nummar 3 bleiv Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Úrslit
1. Jón Jacobsen
2. Alex Johannesen
3. Finn Ludvig
4. Bárður Poulsen
5. Kári Joensen
6. Esmar Joensen
7. Sigurd Rasmussen
8. Johnhard Klettheyggj
9. Esmar Andreasen
10. Ásbjørn Mathiasson
Komandi vikuskifti 22. august verður FM í SKEET. Byrja verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin.
Fyrra dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinna dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Komandi vikuskifti 15-16. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.
Byrja verður við at kappast TRAP, og vikuskifti eftir tann 22-23. august, verður kappast í SKEET.
Báðir dagarnir í TRAP, verða avgreiddir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Fyrri dagur í SKEET verður skotin á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og dagin eftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Leygardag verður byrja kl. 9:00, og sunnudag verður byrja kl. 13:00. Uml. kl. 16:00 sunnudagin, er greitt hvør er føroyameistari.
Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi ár.


Møtitíð og staður
Leygardagin 15. august 2020 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 16. august 2020 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 13. august 2020 kl. 20:00.
Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-trap finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2020, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2021. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2020.
Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Sí annars treytir v. m. fyri FM 2020 her: Trýst her
Listi við tilmeldingum: Trýst her
Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður

FM í trap, sum skuldi verða 22-23. august 2020, verður flutt eina viku fram til 15-16. august 2020.
Tilmelding og nærri kunning kemur eftir Tórshamar Open.
Frá 15. juli 2020 hækkar ískoyti til luttøku í kapping uttanlands, fyri egna rokning, upp til 5.000,00 kr.
Hækkaða afturberingin er galdandi til og við 31. desember 2020.
Sí annars treytir her: Kunning í samband við uttanlandsferðir <- m.a. at tað er her tað verður søkt !!
Um vikuskifti bleiv skipa fyri 34 ára føðingardagskappingini í SKEET hjá Sunda Byrsufelag.
Kappingina vann 23 ára gamli Tórur Fløtt, við at raka 53 útav 60 dúgvum í finaluni. Hetta er samstundis nýtt føroyskt met í eini skeet finalu, hjá einum føroyskum skeet skjútta, gamla metið varð 50.
Nr. 2 gjørdist Jóannis Joensen við 43 í finaluni, og nr. 3 bleiv Marius F. Joensen við 37 í finaluni.
Marius hevur verðið burturstaddur síðan februar mánað, men allíkavæl megnaði hann at skjóta 68 av teimum fyrstu 75 í innleiðandi umførunum.
Øll úrslitini frá kappingini síggjast her:
http://esmarj-dev1.westeurope.cloudapp.azure.com/skfresults/html/Competition_139.html
Næsta kappingin verður ikki fyrr enn 25-26. juli, tá Tórshamar Open er á skránni. Tann kappingin verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, kappast verður tá bæði í TRAP og SKEET.

15. juni letur Føroyar upp fyri ferðafólkum úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Norra og Týsklandi. Í hesum sambandið eru koronaleiðreglurnar fyri skjótibreytirnar, dagførdar í samráð við Koronaráðgevingina og Pál Weihe.
Størsta broytingin er at kravið um sóttarhaldið er broytt, og verður nú orða fylgjandi:
Almenna leiðbeiningin er, at sóttarhaldið er avtikið tá fólk koma frá Danmark, Íslandi, Grønlandi, Týsklandi og Noregi. Frá øðrum londum er 14 daga sóttarhald enn galdandi, áðrenn fólk kunnu møta á skjótibreyt.
Vit vilja tó mæla til fyrivarni frá teimum, sum koma uttanífrá og ikki eru vorðin testa, tí tey kunnu bera smittuna við sær – smittan gongur jú í Danmark og Noregi.
2 metra frástøðan er eisini lækka niður í 1 metur, umframt at matur verður loyvdur, um man er í eingagnshandskum.
!! MINST TIL FRÁSTØÐU OG HANDREINFØRI !!
Dagførdu leiðreglarnar í PDF sniðið at prenta: Korona – leiðreglur(2)