Category Archives: News

Vaksandi avbjóðingar fyri føroyskari ítróttarskjóting

Í samband við vaksandi virksemi, hevur Skjótisamband Føroya (SkF) fyri fyrstu ferð í søguni sett fastlønt starvsfólk í starv hjá sersambandinum.

Tann 1. juli 2020, byrjar Herleif Hammer sum skrivstovu / samskipari / skrivarahjálp hjá SkF (vanliga nevnt aðalskrivari)

Herleif hevur royndir innan leirdúgvuskjóting í Føroyum, og tí bleiv mett, at hann varð skikkaður til starvið.

SkF arbeiðir miðvíst við at fáa føroyska ítróttarskjóting altjóða viðurkenda, og í hesum sambandið er umsókn send til ISSF, um føroyskan limaskap, sum merkir m.a. at føroyskir skjúttar kunnu luttaka undir egnum flaggi til m.a. World Cup og norðurlandameistarakapping. Ein av uppgávunum hjá Herleif, verður m.a. at fylgja upp og røkja hesa uppgávu.

Vit ynskja Herleif hjartaliga tillukku við nýggja starvinum, og gleða okkum til samstarvið okkara millum.

Starvsnevndin í SkF 2020-2021

Á aðalfundinum sum varð í ÍSF húsinum tann 22. apríl 2020, bleiv starvsnevndin í SkF mannað fyri 2020-2021.

Umboðini eru:

Esmar Joensen, formaður (valdur í 2 ár fram til 2022)

Marius F. Joensen, vegna Sunda Byrsufelag

Jógvan Egholm, vegna Vestmanna Byrsufelag

Finn Ludvig, vegna Veiðifelagið Byrsumúli

Jónstein Johannesen, vegna Eysturskot

Koronatilmæli

Myndugleikarnir hava boða frá, at ítróttartiltøk kunnu byrja varliga tann 20. apríl 2020.

Samstundis bleiv áheitan send til sersambondini í ÍSF, um at leggja tiltøkini til rættis í samstarvið við Koronaráðgevingina.

Skjótisamband Føroya, hevur í tráð við almennu leiðreglurnar og Koronaráðgevingina orða leiðreglur hvussu skjótingin skal skipast eftir 20. apríl 2020.

Sí leiðreglar her:

Korona leiðreglur – útgáva 2

Vinarliga
Esmar Joensen
Formaður

Flyting av kappingum vegna korona smittuna

SkF hevur játta at flyta dagfesting fyri hesar kappingar:

34 ára føðingardagskappingin hjá SBF, sum skuldi verða tann 18. apríl, verður flutt til 27. juni.

Krossmessukappingin hjá VBF, sum skuldi verða tann 2. mai, verður flutt til 9. mai.

Haldi tykkum kunnugan um møguliga aðrar broytingar á https://skot.fo

Leiðreglur viðv. skóting í samband Korona smittuna kemur eftir páskir, tá SkF hevur ráðført seg við nýggju almennu Korona-ráðgevingina.

Aðalfundur í Skjótisamband Føroya

Aðalfundurin hjá SkF verður mikudagin 22. apríl 2020 kl. 19:00 í ÍSF húsinum.

Skrá er sambært lógum felagsins – úr lógunum kann m.a. lesast:

• Limafeløg kunnu møta á aðalfundi við nevndarlimum sínum

 

• At formenninir í limafeløgunum eru fastir limir í nevndini í SkF, men at feløgini kunnu velja annað umboð í nevndina í staðin

• At nevndarformaður skal veljast fyri 2 ár í senn. Núverandi formaður stendur tískil fyri afturvali í ár

 

Uppskot til nevndarlimir (um ikki formaðurin tekur sæti), nýggjan nevndarformann ella innkomin mál, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. apríl 2020
Uppskot skulu sendast til skot@skot.fo
 

Vegna SkF
Esmar Joensen, formaður

ÍSF mælir til at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur

Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd

Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.
Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.
– Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.

– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga
Ítróttasamband Føroya

Fleiri upplýsingar í sambandi við hetta tíðindaskriv fáast frá
Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF, á telefon 218284.

Venjingarlega

Skjótisamband Føroya skipar fyri venjingarlegu í skeet og trap vikuskifti 27-28. Juni 2020.

Legan verður í Føroyum, men útlendskir venjarar koma heim at venja skjúttarnar.

Tilmeldingarfreistin er 21. juni 2020, men longu nú ber til at tilmelda seg, á hesi slóðuni:
https://bit.ly/venjingarlega_2020

Upplýsingar um luttøkugjald, stað, dúgvur, patrónir v.m. kemur seinni.

DAGFØRING: Venjingarlegan er avlýst vegna Korona smittuna.