Leygardagin 15. februar 2020 verður F-16 kappingin, og við somu kapping, byrjar eisini úttøkan til oyggjaleikirnar á Guernsey 2021.
Úttøkureglarnir eru klárar, men vit mangla at fáa svar uppá tveir spurningar frá Guernsey, áðrenn vit kunnu almannakunngera teir.
Úttøkan byrjar sum sagt leygardagin, og endar í næsta ár, eina viku áðrenn nøvnini skulu verða inni. Ongin bruttuhópur ella eyka úttøkukappingar verða til komandi oyggjaleikir.
Marius F. Joensen, úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting.
Í finaluni megnaði Marius, at skjóta 50 av 60 dúgvum, sum er javnt við meti, ið Tórur Fløtt og Magni Dam hava í eini skeet finalu.
Nummar 2 gjørdist Sámal E. Debes, og nummar 3 bleiv Johnny á Túgvu, báðir úr Sunda Byrsufelag.
Unglinga kappingina, vann Tórur Fløtt frammanfyri beiggja sín Jóhann Fløtt.
Úrslit 1. Marius F. Joensen 2. Sámal Eyðstein Debes 3. Johnny á Túgvu 4. Jóannis Joensen 5. Gunnar Sjúrðarson Knudsen 6. Tórur Fløtt 7. Jóhann Fløtt 8. Jógvan Egholm 9. Bárður Poulsen 10. Áslakur Johannesen
Komandi vikuskifti 31. august verður FM í trap. Byrja verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin.
Báðar dagar verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.