Author Archives: Esmar Joensen

Jóannis og Alex vunnu fyrra dagin á Føroyaleikum

Fyrsti av tveimum døgum í skjóting á Føroyaleikum 2022 bleiv avgreiddur á nýggju skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.

Hóast breytin ikki er endaliga klár enn og avhenda, er valt at avgreiða leikirnar á breytini.

Í dag bleiv kappast í greinunum OL trap og OL skeet. Fyrst skuldi innleiðandi umfør við 75 dúgvum skjótast, og síðani finalurnar, sambært altjóða reglum.

Kappingina í OL trap vann Alex Johannesen úr Eysturskot við 40 raktum dúgvum í finaluni, á øðrum plássi í finaluni varð Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk 36 dúgvur. Triðja pláss fekk Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla við 26 dúgvum.

Í OL skeet mátti umskjóting til fyri at avgera finaluna, tí tá finalan varð liðug, vóru Jóannis Joensen og Marius F. Joensen, báðir úr Sunda Byrsufelag, javnir við 28 dúgvum. Umskjótingina vann Jóannis við einari dúgvu framman fyri Marius. Triðja pláss fekk Ingolf Debes úr Vestmanna Byrsufelag við 16 dúgvum í finaluni. Hetta er fyrsta heiðursmerki í OL skeet, sum Ingolf hevur vunnið síðan 2015.

Í morgin verður kappast í English Skeet og Automatic Ball Trap, hetta eru greinar ið vanliga ikki verður kappast í Føroyum. Ferðin á dúgvunum verður sett niður, og í staðin fyri at brúka allar 15 kastimaskinurnar í OL trap, verður bert maskinan í miðjuni brúkt.

Úrslitini frá fyrsta degnum í skjóting:

OL-Trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Jón Jacobsen
4. Johnhard Klettheyggj
5. Hedin Poulsen
6. Per Hansen
7. Jeppe Sommer Bruun
8. Esmar Joensen
9. Bartal Klettheyggj
10. Djóni Olsen
11. Torkil Eli Ternustein
12. Oddmar Dam
13. Sigurd Rasmussen
14. Jóhannus Kristmundsson
15. Hákun Gunnleifsson Heinesen
16. Bárður Poulsen
17. Høgni Guldbro Jósleivsson

OL-skeet
1. Jóannis Joensen
2. Marius F Joensen
3. Ingolf Debes
4. Jógvan Højgaard
5. Tórur Fløtt
6. Sjúrður Knudsen
7. Hans Erik Smith Hensen
8. Jógvan Egholm
9. Fróđi Fossádal
10. Marjus Debes
11. Sámal Eyđstein Debes
12. Pól Jóhannus Smith Jensen
13. Áslakur Johannesen

Føroyaleikir 2022 – kunning og úrslit

Leygardagur 2. juli 2022
OL skeet og OL trap á Sandvíkum Tórshavn.

Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.

Kappingarnar telja við í Føroya Cup, Grand Prix, makkarakappingini og landsliðsúttøku til ISSF World Championship 2022 í Kroatia, og oyggjaleikirnar 2023 á Guernsey.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur.

Í OL skeet verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar.

Í OL trap verða 2017 ISSF finalurnar brúktar, men eydnaðst tað at dagføra útgerðina innan kappingina, verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar. OL-trap program nr. 5 verður brúkt.

Íðkarar fáa ein matpakka í part frá Føroyaleikum á middegi.

Beinleiðs dagføring av úrslitum: [ Trýst her ]

 

Sunnudagur 3. juli 2022
English skeet og Automatic Ball Trap á Sandvíkum Tórshavn.

Byrja verður at skjóta klokkan 13:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 12:30.

Kappingarnar telja við í makkarakappingin hjá Skjótisambandinum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur sambært kappingarreglunum.

Kappingarreglarnar eru týddar, og síggjast niðanfyri. Serliga verður heitt á skeet íðkarar, um at seta seg væl inn í raðfylgjuna av dúgvunum.

Automatic Ball Trap [ Trýst her ]
English Skeet [ Trýst her]

Kaffi og okkurt søtt aftur við verður til matna.

Beinleiðs dagføring av úrslitum: [ Trýst her ]

 

Vinningar
Tað verður kappast um vøkur serframleidd heiðursmerki, og handanin fer fram aftaná hvørja kapping, men áðrenn handanina skulu allir íðkarar rudda breytina fyri dúgvubrot.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Venjing
Í vikuni upp undir Føroyakeikir letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg leikirnar. Men tekniskar avbjóðingar eru í løtuni á skeet breytini. Fylg við á teirra heimasíðu https://byrsumuli.fo/ hvussu gongur við at rætta brekið.


Kappingastjóri

Trap báðar dagar
Finn Ludvig

Skeet báðar dagar
Jógvan Egholm og
Jógvan Højgaard

Listi við tilmeldingum
https://docs.google.com/spreadsheets/d/1o8rXavcdkfa53XF8kM3u6fR7TlwsNNe27PPasW-dzco/edit?usp=sharing

Góða kapping!
Skjótisamband Føroya

ISSF World Championship 2022 í Kroatia

!! Gevið gætur !!

Fyrr er kunngjørt, at úttøkurnar til World Championship 2022 í Kroatia enda ávikavist 28/7 og 8/8.

Men av tí at boð nú eru komin um, at nøvnini á íðkaranum skulu verða fyrr inni hjá ISSF, verða vit noydd at enda úttøkuna fyri bæði skeet og trap eftir Tórshamar Open tann 24. juli 2022.

Eftir tað, fær íðkari 1 døgn at umráða seg í, um hann kemur við ella ikki, og IKKI 2 døgn sum tað stendur í úttøkureglunum.

Orsaka órógvi 😦

Landsliðið til Nordic Shooting Region 2022 úttikið

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini sum verður í Finnlandi í døgunum 4.-7 august 2022.
Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.

Trap
Alex Johannesen, EYS
Johnhard Klettheyggj, VBM
Jeppe S. Bruun, VBM

Skeet
Tórur Fløtt, SBF
Jóannis Joensen, SBF
Jóhann Fløtt, SBF

Aftrat hesum verða Esmar Joensen og Herleif Hammer við sum umboð og ferðaleiðarar.

Hetta er aðru ferð at Føroyar luttekur í NSR kappingini, men fyrru ferð varð tað sum gestaíðkarar, tí vit livdu tá ikki upp til treytirnar fyri at fáa limaskap í NSR. Men eftir at Skjótisambandið fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, hevur borið til at blíva limur í NSR, og kunnu okkara íðkarar nú luttaka á jøvnum føti sum onnur limalond í NSR.

Limalondini í NSR eru:
Ísland
Føroyar
Stóra Bretland
Noregi
Danmark
Svøríki
Finnland
Estland

Úttøka til ISSF World Championship 2022

Skjótisamband Føroya hevur avgjørt at úttaka 3 íðkarar í TRAP, og 3 íðkarar í SKEET til eitt føroyska landsliðið, at umboða Føroyar í ISSF WORLD CHAMPIONSHIP 2022, sum verður í Kroatia í døgunum 19. sept. 2022 til 12. okt. 2022.

Dagføring 21-06-2022:
Báðar úttøkur enda 24. juli 2022 eftir Tórshamar Open, eftir tá fær íðkari 1 døgn at umrøða seg í, um hann kemur við ella ikki.

Sambært kappingardøgunum í kappingini og úttøkureglunum, so verður tikið út eftir úrslitum í hesum tíðarskeiði:

SKEET: 08. august 2021 til 08. august 2022.
TRAP: 28. juli 2021 til 28. juli 2022.

Styrkislistarnir síggjast her (PDF fíla sum verður dagførd manuelt leypandi)

TRAP: [ Úttøka ISSF CRO 2022 Trap (7) ]
SKEET: [ Úttøka ISSF CRO 2022 Skeet (6) ]

Allar úttøkureglarnar síggjast her: [ Trýst her ]

Kappingin
Fyribils tíðarætlan
Um kappingina
Innbjóðing

Tilmelding til Føroyaleikir 2022

Tað gongur væl við tilmeldingunum til Føroyaleikir, og nú byrjar at fækkast við plássum.

Støðan er í løtuni hendan.

Leygardag 2. juli
OL skeet: 10 pláss eftir.
OL trap: 8 pláss eftir.

Sunnudag 3. juli
English skeet: 6 pláss eftir.
Automatic Ball Trap: 2 pláss eftir.

Tilmeldingin letur sjálvvirkandi aftur, tá øll plássini eru tikin, ella mánadagin 30. mai 2022, tá ÍSF endar tilmeldinga.

So um tú enn ikki hevur tilmelda teg Føroyaleikir í 2022, so er at fáa tað gjørt nú beinanvegin á https://foroyaleikir.fo/

Listi við tilmeldingum sæst her:
[ Trýst her ]

Tilmelding til Føroyaleikir 2022

Íðkarar sum skulu luttaka í skjótingini, skulu í ár tilmelda seg á hesi slóð:
https://foroyaleikir.fo/skjoting-2/

Tað er avmarka pláss við “først-til-mølle” raðfesting, so tað ræður um at skunda sær at tilmelda seg, um ein ætlar sær at luttaka á leikinum.

Freistin at melda seg er 30. mai 2022.

Kappingarnar leygardagin 2.juli telja við í landsliðúttøkuni, Føroya Cup, Grand Prix og makkarakappingini.

Dúgvur og patrónir eru íroknað luttøkugjaldið.

Starvsnevndin í SkF 2022-2023

Á aðalfundinum sum varð í ÍSF húsinum tann 6. apríl 2022, bleiv starvsnevndin í SkF mannað fyri 2022-2023.
Umboðini eru:

Esmar Joensen, formaður (valdur í 2 ár fram til 2024)

Tórur Fløtt, vegna Sunda Byrsufelag (nývaldur fyri Marius F. Joensen)

Jógvan Egholm, vegna Vestmanna Byrsufelag

Finn Ludvig, vegna Veiðifelagið Byrsumúli

Jónstein Johannesen, vegna Eysturskot

Sí annars søguliga starvsnevndir her: [ Trýst her ]