
Beinleiðis stroyming verður frá FM í trap í morgin. Leinkjan til stroymingina er:

Beinleiðis stroyming verður frá FM í trap í morgin. Leinkjan til stroymingina er:

Finalurnar í FM komandi vikuskifti 21. august, verða avgreiddar við flash dúgvum.
Sambært ISSF shotgun rules 2020, yvirskrift 9.7.4 stk. c, so verður mint á, at flash dúgvurnar telja sum raktar, um sjónligt støv fer av teimum, aftaná at skotið er latið av eftir teimum.
Um flash dúgva órógvar íðkara við at støv fer av dúgvini, tá hon verður blaka út, so kann íðkarin fáa nýggja dúgvu, um hann ikki hevur latið skot av eftir dúgvu sum órógvaði.
Letur skeet íðkari skot eftir aðrari dúgvini av duplettini, men ikki hinari tí hon órógvaði, so telur fyrra skoti við, tá nýggja duplett verður skotin.
Seinasta freist at tilmelda seg til FM er hóskvøldið 19. august kl. 20:00, tilmelding liggur niðanfyri


FM í TRAP og SKEET skuldi eftir ætlan verða 21-22. august í ár, men av tí at breytin hjá VBM á Sandvíkum ikki er tøk, er avgjørt at stytta kappingina, og avgreiða alt FM leygardagin tann 21. august.
Møtitíð og staður
Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.
TRAP íðkarar møta á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík.
SKEET íðkarar møta á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála.
Kappingin
Skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður skotin eftir ISSF finalu reglum.
Kappingin telur við í úttøku, makkarakapping, Grand Prix og Føroya Cup kappinginum hjá Skjótisambandinum.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar, men unglingakapping verður sambært reglugerðini fyri FM kappingar, sí her: Trýst her
Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir eftir ávísum treytum.
Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her
Kostnaður
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 20. august kl. 23:59.
Gjaldið er íroknað patrónir og dúgvur.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her <<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 19. august 2021 kl. 20:00.
Listi við tilmeldingum: trýst her
Vinarliga
Skjótisamband Føroya








Fríggjadagur 9. juli 2021
Byrja verður at skjóta klokkan 12:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 11:30.
Íðkarar ið hava tilmelda seg English Skeet, skulu møta í Vestmanna, og teir ið hava tilmelda seg Automatic Ball Trap, skulu møta úti á Vík í Leirvík.
Kappingarnar telja við í makkarakappingin hjá Skjótisambandinum.
Til ber at fylgja við úrslitinum, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.
English skeet: [ Trýst her ]
Automatic Ball Trap: [ Trýst her ]
Leygardagur 10. juli 2021
Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.
Íðkarar ið hava tilmelda seg OL Skeet, skulu møta við Norðskála, og teir ið hava tilmelda seg Trap, skulu møta úti á Vík í Leirvík.
Kappingarnar telja við í úttøku, makkarakapping, Grand Prix og Føroya Cup kappinginum hjá Skjótisambandinum.
Til ber at fylgja við úrslitinum, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.
OL skeet: [ Trýst her ]
Trap: [ Trýst her ]
Kostnaður
Kostnaðurin er 100 kr. pr. kapping, sum skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 8. juli kl. 23:59. Gjaldið er íroknað patrónir og dúgvur.
Vinningar
Tað verður kappast um serframleidd heiðursmerki, og handanin fer fram aftaná hvørja kapping. Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Íðkarar fáa eisini ein pakka frá ÍSF.
Góða kapping.
Skjótisamband Føroya


Í samband við Føroyaleikir, verður fyri fyrstu ferð skipa fyri English skeet og Automatic Ball trap (ABT) kappingum í Føroyum.
Kappingarreglarnar eru týddar, og síggjast niðanfyri. Serliga verður heitt á skeet íðkarar, um at seta seg væl inn í raðfylgjuna av dúgvunum.
English skeet: [ Trýst her ]
ABT: [ Trýst her ]

Fríggjadagur 9. juli
12:00 – 18:00 English skeet í Vestmanna (3 umf. + 1 finalu umfar, tølini frá innleiðandi verða tikin við)
12:00 – 18:00 Automatic Ball trap í Leirvík. Ferð 70 metrar. (3 umf. + 1 finalu umfar, tølini frá innleiðandi verða tikin við)
Leygardagur 10. juli
09:00 – 15:00 OL-skeet í Norðskála (3 umf. + ISSF finalu)
09:00 – 15:00 Trap í Leirvík. (3 umf. + ISSF finalu)
Tað verður kappast um serframleidd heiðursmerki í øllum 4 kappingum.
Enda klokkurnar eru umleið – tað valdast hvussu nógvir íðkarir verða tilmeldaðir.
Leygardagurin telur við í úttøku, makkarakapping, Grand Prix og Føroya Cup kappinginum hjá SkF.
Allir íðkarir kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Tilmelding
Send ein teldupost til limafelagið ið tú er limir í, og upplýs hvørjum kapping/um tú ynskir at luttaka í.
VBF: vestmannabyrsufelag@gmail.com
VBM: byrsumuli@gmail.com
SBF: sundabyrsufelag@hotmail.com
EYS: eysturskot@gmail.com
Seinasta freist at tilmelda seg, er sunnudagin 4. juli 2021 kl. 23:59.
Tað er avmarka við plássum, so bíðilisti verður gjørdur um tað er fullteknað !!
Kostnaður er 100 kr./kapping, sum skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 8. juli kl. 23:59. Gjaldið er íroknað patrónir og dúgvir.
Skjótisamband Føroya
Vegna útbygging av breytini á Sandvíkum, er ikki gjørligt hjá Veiðifelagnum Byrsumúli, at avgreiða Tórshamar Open 24-25. juli í ár. Í staðin hevur Skjótisambandið gjørt avtalu við hini limafeløgini, um at skipa fyri kapping sama vikuskifti.
Í Leirvík skipar Eysturskot fyri trap kapping, og við Norðskála skipar Sunda Byrsufelag, við stuðli úr Vestmanna Byrsufelag, fyri skeet kapping.
Kappingarnar telja við í NSR úttøku, Føroya Cup, Grand Prix og Makkarakappingini hjá Skjótisambandinum.
Meira kunning verður sum vanligt, tá tilmeldingin kemur út.