Category Archives: News

Føroyameistara (FM) kappingin í American Trap 2023

American Trap er trap við “nikkedukke” har ferð og vinklar á dúgvuni eru teir somu sum í OL trap.

Møtitíð og staður
Leygardagin 12. august 2023 kl. 9:00 á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík. Íðkarar skulu møta kl. 08:30.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 10. august 2023 kl. 20:00.

Tilmeldingar dagførdar 10. aug. kl. 19:00:

Alex Johannesen
Bárður Poulsen
Bartal Klettheyggj (U)
Bogi Olsen (U)
Carsten Joensen
Eirikur Elisson
Esmar Joensen
Harry Mikkelsen (U)
Høgni Guldbro Jósleivsson
Johnhard Klettheyggj
Kristian Johannessen 

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.
Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 11. august 2022 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2017 finalu reglum.

Fyrstu 75 dúgvurnar telja við í Føroya Cup 2023, og endaplássini telja við í Grand Prix 2023.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi 100 dúgvurnar.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Um vit fáa hendur á flash dúgvum, verða finalurnar avgreiddar við teimun.
Dagføring 07-08-2023: finalurnar verða skotnar við vanligum dúgvum!

Vinningar
Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, letur EYS breytina upp fyri venjing til kappingina. Fylg við á teirra heimasíðu nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her

Oyggjaleikalandsliðið komið til Guernsey

Okkara oyggjaleikalandslið í skjóting er komið til Guernsey, har fyrsta kapping byrjar sunnudagin 9. juli. Skráin er henda:

Sunnudagin 9. juli
Olympic Skeet liðkapping – Tórur og Jóhann
Olympic Trap liðkapping – Finn og Jón

Mánadagin 10. juli
Olympic Skeet einstaklingar innleiðandi – Tórur og Jóhann
Olympic Trap einstaklingar innleiðandi – Finn og Jón

Týsdagin 11. juli
Olympic Skeet einstaklingar innleiðandi + finala – Tórur og Jóhann
Olympic Trap einstaklingar innleiðandi + finala – Finn og Jón

Mikudagin 12. juli
Automatic Ball Trap liðkapping – Per og Alex
English Skeet liðkapping – Jógavn og Herleif

Hósdagin 13. juli
Automatic Ball Trap einstaklingar innleiðandi – Per og Alex
English Skeet einstaklingar innleiðandi – Jógavn og Herleif

Fríggjadagin 14. juli
Automatic Ball Trap einstaklingar innleiðandi + finala – Per og Alex
English Skeet einstaklingar innleiðandi + finala – Jógavn og Herleif

Leinkja til heimasíðu við úrslitum: https://results.guernsey2023.gg/Sports/SHOOT/default.aspx

 

 

Landsliðið í leirdúgvuskjóting til oyggjaleikir 2023 úttikið

Nú er greitt hvør skal umboða Føroyar á oyggjaleikinum á Guernsey í summar.

Í OL skeet
Tórur Fløtt, SBF
Jóhann Fløtt, SBF

Í English Skeet
Jógvan Egholm, VBF
Herleif Hammer, VBM

Í OL trap
Jón Jacobsen, VBM
Finn Ludvig, VBM

Í Automatic Ball Trap
Per S. Hansen, EYS
Alex Johannesen, EYS

Úttiknu íðkararnir skulu umboða Føroyar í einstaklinga kapping og liðkapping, í tí greini teir eru úttiknir til.

Hetta er fyrstuferð at Skjótisambandið hevur úttikið eitt landslið í English Skeet. Hendan greinin verður vanliga ikki skotin í Føroyum, men útfrá royndum á Føroyaleikunum, er avgerð tikin um at úttaka eitt landslið í English Skeet.

Fýra av íðkaranum luttaka fyri fyrstuferð á oyggjaleikum, hesir eru Jóhann, Jógvan, Herleif og Per. Per luttók fyrstuferð í skjótikapping fyri júst 2 árum síðan, og hevur hann víst, at við seriøsiteti, venjing og at taka góð ráð til sín, ber til at koma langt innanfyri ítróttarskjóting uppá stutta tíð.

Hópurin fer nú at fyrireika seg til leikirnar, og Skjótisamband Føroya fer at gera alt fyri, at fyrireikingarnar til leikirnar eru so góðar sum gjørligt.

Kappingarárið 2023 skotið í gongd

Kappingarárið 2023 bleiv í dag skotið í gongd við F80 føðingardagskappingini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla. Kappingin telur við í úttøkuni til oyggjaleikir 2023 á Guernsey, og altjóða landsliðsúttøkuni hjá Skjótisambandinum, men hóast veðrið og umstøður vóru frálíkar, varð ongin broyting í støðuni í oyggjaleikaúttøkuni 2023.

Nú er bert ein heimlig kapping eftir, til greitt verður hvør hevur vunnið pláss á landsliðinum, at umboða Føroyar á oyggjaleikinum 2023. Í skeet verður tað 37 ára kappingin tann 15. apríl, sum avgerð úrslitið av úttøkuni í skeet, og í trap verður tað flaggdagskappingin tann 22. apríl, sum avgerð úttøkuna í trap.

Úrslit frá kappingini í dag: [ Trýst her ]

Støðan í oyggjaleika úttøkuni:
Trap [ Trýst her ]
Skeet [ Trýst her ]

4 teir fremstu í hvørjari grein, hava vunnið landsliðspláss til oyggjaleikir 2023.

Endurskoða landsliðsúttøka

Arbeitt hevur verði í eina tíð við at endurskoða okkara landsliðsúttøku, arbeiði er nú komið á mál, og nýggjar reglar eru orðaðar fyri allari landsliðsúttøku hjá SkF í framtíðini.

Úttøkan verður møguliga tikin í nýtslu fyrstu ferð seint komandi summar, tí vit arbeiða at fáa nøkur ting uppá pláss viðv. einari nýggjari ISSF luttøku. Meira kunning kemur um hetta seinni.

Endurskoða reglarnar síggjast her: [ Trýst her ]

Oyggjaleikir 8.-14. juli 2023

Nú er greitt nær nøvnini á oyggjaleika luttakarunum skulu verða inni, og eftir hesum er ásett tíðarfreistir í mun til nær úttøkurnar til oyggjaleikir 2023 enda.

Skeet
Úttøkan í skeet endar tann 15. apríl 2023 kl. 23:59. Eftir hetta fáa 4 teir fremstu íðkararnar í skeet úttøkuni, freist til 17. apríl kl. 17:00 at fráboða um teir koma við ella ikki.

Trap
Tá úrslitið av Flaggdagskappingin (EYS) tann 22. apríl 2023 er greitt, endar úttøkan í trap. 4 teir fremstu íðkararnir skulu beinanvegin eftir at úrslitið er greitt, boða frá um teir koma við ella ikki, t.v.s. uml. kl. 17:00 nevnda dag.


Val av grein
Vísandi til úttøkureglarnar, so hava tveir teir fremstu í hvørji grein fyrsta rætt at velja hvørji grein ið teir vilja luttaka í, men SkF vil viðmæla, at íðkarar sum verða úttiknir, tosa saman innanhýsis, áðrenn endalig fráboðan um hvør luttekur í hvørji grein, verður send til SkF.

Allir 8 verða paraðir saman tveir og tveir, og skulu umboða Føroyar í hesum skjótigreinum:

– Eitt par í skeet, skal skjóta Olympic Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í skeet, skal skjóta English Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Olympic Trap einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Automatic Ball Trap einstaklingar og lið kapping.

Hetta er sjálvsagt treyta av, at nevndu skjótigreinar eru partar av endaligu kappingarskránni á oyggjaleikum 2023, og at SkF fær 8 pláss í ferðalagnum.

Seinasta freist at boða SkF frá hvørji grein íðkari luttekur í, er sunnudagin tann 23. apríl. kl. 17:00.

Útlendskar kappingar
Fráboðanarfreistin fyri møguligari útlendskari kapping, sum skal telja við í úttøkuni er 15. apríl. 2023 kl. 23:59.

Upplýsingar
Íðkarar sum umboða landsliðið skulu beinanvegin senda hesar upplýsingar til SkF.

Teldupostbústaður
Telefonummar
Mynd av síðuni í freðapassi, har andlitsmyndin stendur
Mynd av fremstu síðu í vápnaprógvi
Mynd av báðum síðum í vápnapassi
Bústaður

Fráboðanir og upplýsingar skulu sendast sum teldupost til skot@skot.fo ella Messenger boð til formannin.

Støðan í úttøkuni
Trap: https://skfhagtol.z6.web.core.windows.net/CompetitionGroup_17_TRAP.html
Skeet: https://skfhagtol.z6.web.core.windows.net/CompetitionGroup_17_SKEET.html
Úttøkureglar: https://skot.fo/uttokan-til-oyggjaleikirnar-a-guernsey-2023/

!! VÆLVILD !!
Tað hevði verði sera gott, um íðkarar sum longu nú, áðrenn at úttøkan er liðug, vita um teir koma við ella ikki, boða SkF frá hesum beinanvegin. Tí tað sparir okkum fyri nógvari óneyðugar spilltíð til umsiting og samskipan.

Gleðilig jól og gott nýttár

Nú enn eitt ár er við at fáa ein enda, vil Skjótisamband Føroya ynskja øllum limum í limafeløgunum, nevndir, viðskiftafólk og ÍSF eini gleðilig jól, og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri stuðul og samstarv í brátt farna ári. 🎅🧨

Vit síggja fram til eitt spennandi og hendingaríkt ár í 2023. 😀

Vinarliga
Skjótisamband Føroya

Gávukort

Starvsnevndin avgjørdi á starvsnenvdarfundi tann 23. februar 2022, at hereftir verður ongin áminning um at brúka óbrúkt gávukort, send til vinnarar av gávukortum, tá tey eru um at ganga út. So hereftir er tað upp til vinnaran sjálvan, at halda eyga við at fáa óbrúkt gávukort brúkt, áðrenn tey ganga út 31. desember.

Óbrúkt gávukort fella aftur til SkF, um tey ikki verða brúkt innan útgongu dagfestingina.