Skjótisamband Føroya (SkF) hevur úttikið 6 íðkarar, at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í leirdúgvuskjóting, sum verður í Kroatia, Osijek í døgunum 19. sep. til 12. okt. 2022.
Hetta er fyrstu ferð at SkF úttekur eitt landslið, at umboða Føroyar í eini altjóða skjótikapping. Áðrenn hava íðkarar, sum hava havt mál at luttaka í altjóða kapping, verði noyddir at umboða danskt felag, og verða úttikin umvegis danska skjótisambandið.
Men við góðari hjálp, hevur tað eydnaðist SkF, at fáa viðurkendan limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, og kunnu íðkarar nú kappast undir Merkinum, á jøvnum føti við onnur lond í heiminum.
Íðkarar ið fara at umboða Føroyar er hesir.
Trap Jón Jacobsen Alex Johannesen Johnhard Klettheyggj
Skeet Marius F. Joensen Tórur Fløtt Jóannis Joensen
Aftrat hesum verða Esmar Joensen við sum ferðaleiðari í trap ferðaliðinum, og Hans Erik Jensen í skeet ferðaliðinum.
Um eina viku fer eitt annað landslið til norðurlandameistarakapping í Finnlandi. Hetta landslið er samansett av næstan somu íðkarum, sum fara til heimsmeistarakappinga, men Marius og Jón verða ikki við, í teirra stað eru úttikin Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun.
Skjúttarnir hava í dag kappast í English Skeet og Automatic Ball Trap. Hesar greinar eru vanliga partar av oyggjaleikum, men av tí at ferð og vinklar á dúgvunum verður lækkað munandi, hevur ikki verið vanligt at íðka hesar báðar greinar í Føroyum.
Í English Skeet vísti Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag frá kappingarbyrjan, at hann ætlaði sær gull heiðursmerki, sum hann misti dagin fyri, eftir sera spennandi umskjóting við Jóannis Joensen. Marius vann gullið við at raka 91 av 100 dúgvum. Annað plássið vann Jógvan Højgaard úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 88 dúgvum. Tað sermerkta við hesum úrsliti er, at Jógvan ikki byrjaði at íðka leirdúgvuskjóting fyrr enn í fjør, og longu nú hevur hann megnað at vinna eitt silvurheiðursmerki. Triðja pláss fekk Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag við 84 dúgvum.
Aftur í dag vísti Alex Johannesen úr Eysturskot sína styrki í trap-skjótingini, og megnaði hann at vinna sítt seinna gull heiðursmerki í trap-skjótingini við at raka 89 út av 100 dúgvum. Næstur honum varð Jeppe S. Bruun úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 86 dúgvum.
Umskjóting skuldi til fyri at avgera triðja plássið, tí Jón Jacobsen úr Byrsumúla og Jónstein Johannesen úr Eysturskot vóru javnir við 85 dúgvum aftan á finaluna. Umskjótingina vann Jón við einari dúgvu framman fyri Jónstein, og fekk Jón sostatt triðja plássið.
Úrslit EN – skeet 1. Marius F Joensen 2. Jógvan Højgaard 3. Tórur Fløtt 4. Hans Erik Smith Hensen 5. Sjúrður Knudsen 6. Jóannis Joensen 7. Fróđi Fossádal 8. Marjus Debes 9. Ingolf Debes 10. Pól Jóhannus Smith Jensen 11. Áslakur Johannesen 12. Jógvan Egholm
Úrslit Automatic Ball Trap 1. Alex Johannesen 2. Jeppe Sommer Bruun 3. Jón Jacobsen 4. Jónstein Johannesen 5. Finn Ludvig 6. Esmar Joensen 7. Bartal Klettheyggj 8. Hedin Poulsen 9. Johnhard Klettheyggj 10. Torkil Eli Ternustein 11. Jóhannus Kristmundsson 12. Per Hansen 13. Sigurd Rasmussen 14. Oddmar Dam 15. Hákun Gunnleifsson Heinesen
Føroyaleikir 2022 eru nú lidnir, og ynskir Skjótisamband Føroya við hesum at takka ÍSF, limafeløgum, íðkarar, hjálparfólki og ikki minst fyriskipararnar av leikinum, fyri einar góðar og vælskipaðar leikir.
Fyrsti av tveimum døgum í skjóting á Føroyaleikum 2022 bleiv avgreiddur á nýggju skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.
Hóast breytin ikki er endaliga klár enn og avhenda, er valt at avgreiða leikirnar á breytini.
Í dag bleiv kappast í greinunum OL trap og OL skeet. Fyrst skuldi innleiðandi umfør við 75 dúgvum skjótast, og síðani finalurnar, sambært altjóða reglum.
Kappingina í OL trap vann Alex Johannesen úr Eysturskot við 40 raktum dúgvum í finaluni, á øðrum plássi í finaluni varð Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk 36 dúgvur. Triðja pláss fekk Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla við 26 dúgvum.
Í OL skeet mátti umskjóting til fyri at avgera finaluna, tí tá finalan varð liðug, vóru Jóannis Joensen og Marius F. Joensen, báðir úr Sunda Byrsufelag, javnir við 28 dúgvum. Umskjótingina vann Jóannis við einari dúgvu framman fyri Marius. Triðja pláss fekk Ingolf Debes úr Vestmanna Byrsufelag við 16 dúgvum í finaluni. Hetta er fyrsta heiðursmerki í OL skeet, sum Ingolf hevur vunnið síðan 2015.
Í morgin verður kappast í English Skeet og Automatic Ball Trap, hetta eru greinar ið vanliga ikki verður kappast í Føroyum. Ferðin á dúgvunum verður sett niður, og í staðin fyri at brúka allar 15 kastimaskinurnar í OL trap, verður bert maskinan í miðjuni brúkt.
Úrslitini frá fyrsta degnum í skjóting:
OL-Trap 1. Alex Johannesen 2. Finn Ludvig 3. Jón Jacobsen 4. Johnhard Klettheyggj 5. Hedin Poulsen 6. Per Hansen 7. Jeppe Sommer Bruun 8. Esmar Joensen 9. Bartal Klettheyggj 10. Djóni Olsen 11. Torkil Eli Ternustein 12. Oddmar Dam 13. Sigurd Rasmussen 14. Jóhannus Kristmundsson 15. Hákun Gunnleifsson Heinesen 16. Bárður Poulsen 17. Høgni Guldbro Jósleivsson
OL-skeet 1. Jóannis Joensen 2. Marius F Joensen 3. Ingolf Debes 4. Jógvan Højgaard 5. Tórur Fløtt 6. Sjúrður Knudsen 7. Hans Erik Smith Hensen 8. Jógvan Egholm 9. Fróđi Fossádal 10. Marjus Debes 11. Sámal Eyđstein Debes 12. Pól Jóhannus Smith Jensen 13. Áslakur Johannesen
Leygardagur 2. juli 2022 OL skeet og OL trap á Sandvíkum Tórshavn.
Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.
Kappingarnar telja við í Føroya Cup, Grand Prix, makkarakappingini og landsliðsúttøku til ISSF World Championship 2022 í Kroatia, og oyggjaleikirnar 2023 á Guernsey.
Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur.
Í OL skeet verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar.
Í OL trap verða 2017 ISSF finalurnar brúktar, men eydnaðst tað at dagføra útgerðina innan kappingina, verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar. OL-trap program nr. 5 verður brúkt.
Íðkarar fáa ein matpakka í part frá Føroyaleikum á middegi.
Vinningar Tað verður kappast um vøkur serframleidd heiðursmerki, og handanin fer fram aftaná hvørja kapping, men áðrenn handanina skulu allir íðkarar rudda breytina fyri dúgvubrot.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Venjing Í vikuni upp undir Føroyakeikir letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg leikirnar. Men tekniskar avbjóðingar eru í løtuni á skeet breytini. Fylg við á teirra heimasíðu https://byrsumuli.fo/ hvussu gongur við at rætta brekið.
Kappingastjóri
Trap báðar dagar Finn Ludvig
Skeet báðar dagar Jógvan Egholm og Jógvan Højgaard
Fyrr er kunngjørt, at úttøkurnar til World Championship 2022 í Kroatia enda ávikavist 28/7 og 8/8.
Men av tí at boð nú eru komin um, at nøvnini á íðkaranum skulu verða fyrr inni hjá ISSF, verða vit noydd at enda úttøkuna fyri bæði skeet og trap eftir Tórshamar Open tann 24. juli 2022.
Eftir tað, fær íðkari 1 døgn at umráða seg í, um hann kemur við ella ikki, og IKKI 2 døgn sum tað stendur í úttøkureglunum.
Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 íðkarar at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini sum verður í Finnlandi í døgunum 4.-7 august 2022. Íðkarar ið fara at umboða Føroyar verða hesir.
Trap Alex Johannesen, EYS Johnhard Klettheyggj, VBM Jeppe S. Bruun, VBM
Skeet Tórur Fløtt, SBF Jóannis Joensen, SBF Jóhann Fløtt, SBF
Aftrat hesum verða Esmar Joensen og Herleif Hammer við sum umboð og ferðaleiðarar.
Hetta er aðru ferð at Føroyar luttekur í NSR kappingini, men fyrru ferð varð tað sum gestaíðkarar, tí vit livdu tá ikki upp til treytirnar fyri at fáa limaskap í NSR. Men eftir at Skjótisambandið fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, hevur borið til at blíva limur í NSR, og kunnu okkara íðkarar nú luttaka á jøvnum føti sum onnur limalond í NSR.
Limalondini í NSR eru: Ísland Føroyar Stóra Bretland Noregi Danmark Svøríki Finnland Estland
Skjótisamband Føroya hevur avgjørt at úttaka 3 íðkarar í TRAP, og 3 íðkarar í SKEET til eitt føroyska landsliðið, at umboða Føroyar í ISSF WORLD CHAMPIONSHIP 2022, sum verður í Kroatia í døgunum 19. sept. 2022 til 12. okt. 2022.
Dagføring 21-06-2022: Báðar úttøkur enda 24. juli 2022 eftir Tórshamar Open, eftir tá fær íðkari 1 døgn at umrøða seg í, um hann kemur við ella ikki.
Sambært kappingardøgunum í kappingini og úttøkureglunum, so verður tikið út eftir úrslitum í hesum tíðarskeiði:
SKEET: 08. august 2021 til 08. august 2022. TRAP: 28. juli 2021 til 28. juli 2022.
Styrkislistarnir síggjast her (PDF fíla sum verður dagførd manuelt leypandi)